Tað verður fyrrverandi norski landsliðsspælarin Børge Lund, sum verður nýggjur høvuðsvenjari hjá týska stórfelagnum THW Kiel, har Elias Ellefsen á Skipagøtu spælir ein høvuðsleiklut.
Tað eydnaðist ikki Eliasi og liðfeløgum hansara at spæla seg til evropeiska luttøku í ár. Liðið endaði á sætta plássi í Bundesliguni, og hetta førdi við sær, at kekkin Filip Jicha misti starvið sum høvuðsvenjari eftir sjey ár í sessinum.
Les: Elias á Skipagøtu skal hava nýggjan venjara
Í dag boðar Kiel frá, at nýggjur venjari verður ein fyrrverandi spælari í felagnum, 47 ára gamli norðmaðurin, Børge Lund.
Børge Lund hevði eina glæsiliga tíð sum aktivur hondbóltsspælari, har hann spældi 216 dystir í norsku landsliðstroyggjuni. Hann spældi við THW Kiel árini 2007 til 2010. Áðrenn tað hevði hann spælt við Bodø HK, Aalborg Håndbold og HSF Nordhorn. Eftir tíðina í Kiel spældi hann við Rhein-Neckar Löwen og Fuchse Berlin áðrenn hann vendi aftur til barndómsfelagið, Bodø HK, har hann var aktivur til 2016.
Eftir tað gjørdist hann hjálparvenjari hjá norska landsliðnum, og síðan 2020 høvuðsvenjari hjá norska toppfelagnum Elverum Handball, sum hevur vunnið trý meistaraheitið við honum sum venjara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald