Hondbóltur

Elias fekk spenning í dystin aftur

Føroyingar mentu seg upp í øðrum hálvleiki – gagnnýttu ikki møguleikan at javna í seinasta minutti.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-14 19:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast føroyingarnir lógu aftanfyri allan annan hálvleik, so var spenningurin stórur í øðrum hálvleiki í dystinum á Hálsi millum Føroyar og Ukreina.

Byrjanin av øðrum hálvleiki gekk ikki so væl. Tað var langt millum málini.

Men so tók Elias Ellefsen á Skipagøtu yvir leiðsluna á miðjuni.

Hann spældi ikki ein serliga góðan fyrsta hálvleik, men í øðrum hálvleiki vísti hann dirvi til at ganga á odda – á A-landsliðnum eisini – og hetta vendi dystinum.

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi sín fyrsta dyst á A-landsliðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Við fleiri framúr góðum málum og fríspælingum endnaðist tað undir leiðslu av unga hoyvíkinginum at spæla Føroyar inn í dystin aftur.

Føroyar komu upp á eitt mál í muni, tvær ferðir enntá, men megnaðu ongantíð at javna.

Aðru ferð var til støðuna 25-26 tá hálvur annar minuttur var eftir av dystinum.

Krútsterka føroyska verjan við Theis Horn, Helga Hoydal og Peter Krog í miðjuni fekk forða ukreinum í at skora, og føroyingar høvdu møguleikan at javna tá hálvur minuttur var eftir.

Tíverri miseydnaðist skotroyndin hjá Jónasi Djurhuus.

Og so kundu ukreinar brúka tey seinastu tíggju sekundini til at fáa tíðina at ganga, so at úrslitið av dystinum gjørdist 26-25 til Ukreinar.

Vit kunnu enn eina ferð iðra okkum um, at okkum ikki eydnaðist at vinna á Ukreina. Men ein ósigur á eitt mál er onki at skammast av, og føroysku áskoðararnir góvu eisini føroyska liðnum standandi lógvabrest, tá dysturin var av.

Les eisini umrøðuna av fyrra hálvleiki: Føroyingar stríðast – renna aftan á ukreinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder