Hondbóltur

Elias kosin besti leikari í European Championship

Hann gjørdist eisini toppskjútti í kappingini við 44 málum og er saman við millum annað Hákuni West av Teigum og Paula Jacobsen á All Star-liðnum fyri kappingina, ið Føroyar vunnu.

Elias, Pauli og Hákun vórðu valdir til All Star-liðið (Mynd: HSF)

Elias, Pauli og Hákun vórðu valdir til All Star-liðið (Mynd: HSF)

2021-08-22 19:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19-landsliðið við monnum tryggjaði sær í kvøld gull í European Championship kappingini, sum hevur verið í Bulgaria í vikuni. Harvið er eisini greitt, at føroyskur manshondbóltur verður umboðaður til tvey EM-endaspøl í 2022: Fyri U20-landslið, har teir flestu av teimum ið vóru við í dag allarhelst verða at síggja næsra ár, og fyri U18-landslið.

Les eisini: Føroyar skulu til EM-endaspælið fyri U19-landslið

Steypa- og heiðursmerkjahandan var fyri lítlari løtu síðani, og "Tú altfagra land mítt" ljóðaði fyri vinnararnar, ið eisini sungu væl við.

Beint áðrenn varð kunngjørt, at tríggir leikarar, ið allir hava umboðað Skanderborg á ungdómsstøði, vóru valdur á All Star-liðið fyri kappingina.

Tann eini spælir framvegis har og hevur nú royndir frá bestu donsku deildini. Talan er um høgra vongin Hákun West av Teigum, sum í kvøld skoraði fimm mál og sum í høvuðsheitinum hevur verið sera tryggur frá vonginum. 

[object Object]
Hákun West av Teigum fekk skaða í eygað fyrr í kappingini men er komin sterkt aftur

[object Object]Pauli Jacobsen 

Hin vendur nú aftur til H71 og føroyskan hondbólt. Málverjin Pauli Jacobsen var serliga ein brandur í hálvfinaluni móti Slovakia, men í seinna helmingini av seinna hálvleiki í kvøld gjørdist hann eisini heilt avgerandi við nøkrum stórum og góðum bjargingum, og Pauli tók samanlagt 37 prosent av skotunum hjá hvítarussunum.

Tann seinasti, ið varð nenvdur, var besti leikair í kappingini. Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti í kvøld, at hann er í flokki fyri seg á summum økjum. Sävehof-leikarin skoraði heili 13 mál í finalusigrinum og tók veruliga ábyrgd, tá ástóð. Hoyvíkingurin gjørdist toppskjútti í kappingini við 44 málum og varð eisini valdur til besta spælskipara. 

[object Object]

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu var ringur hjá øllum verjunum at halda 


Hópurin: 

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Alexander Sacho Lacok, VÍF

Útileikarar:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, H71
Pauli Høj, Neistin
Hákun West av Teigum, Skanderborg
Bogi Hansen, H71
Ragnar Karlsson, H71
Viktor Nørlyng Gaini, GOG
Sakir Tróndarsson Frýdal, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Pauli Mittún, H71
Óli Mittún, GOG
Ári Rúnason, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Savehof
Sveinur Olafsson, H71



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder