Hondbóltur

Elias og teir skulu nú spæla um steypið

Final Four í DHB Pokal er í Köln um vikuskiftið - Kiel spælir hálvfinalu móti Rhein-Neckar Löwen klokkan 15.10, og sæst dysturin á Viaplay. Um tað eydnast at vinna, verður finala umleið eitt samdøgur seinni.

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi í fjør Final Four í Chmapions League - nú snýr tað seg um steypakappingina í Týsklandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi í fjør Final Four í Chmapions League - nú snýr tað seg um steypakappingina í Týsklandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-12 12:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu skal seinnapartin spæla um at koma í týsku steypafinaluna.

Final Four í DHB Pokal er í Köln um vikuskiftið, og THW Kiel skal spæla hálvfinalu móti Rhein-Neckar Löwen klokkan 15.10.

Dysturin sæst á Viaplay.

Eydnast føroyska spælskiparanum og liðfeløgunum, so verður finala móti Melsungen ella Balingen-Weilstetten í morgin seinnapartin. Annars verður talan um bronsudyst.

Kiel stendur sum favorittur í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder