Nógvir føroyingar munnu halda ondini. Ein tann mest umráðandi spælarin á føroysk landsliðnum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, verður ikki við til Bundesliga-dystin móti Magdeburg í kvøld og heldur ikki móti HC Erlangen annan jóladag.
Hetta visti Kringvarpið í tíðindunum á middegi.
Hann hevur fingið skaða í økslina, men vónar at vera klárur til EM-endaspælið um miðjan januar.
- Eg fari at gera alt eg eri mentur at vera klárur til fyrsta EM-dystin í Oslo, sigur føroyski spælskiparin í skrivligum boðum til Kringvarpið í dag.
EM-endaspælið byrjar 16. januar tá Sveis er mótstøðulið. Føroyar spæla í Oslo í bólki saman við Slovenia, Montenegro og Sveis. Tvey lið úr hvørjum bólki vinna seg víðari til meginumfarið, sum fyri okkara viðkomandi verður spælt í Malmö.
Omanfyri 5000 føroyingar væntast at fylgja endaspælinum í norska høvuðsstaðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald