Annað

Elin V. Tindskarð vann stóra altjóða kapping

Elin V. Tindskarð og hestur hennara, Oskar frá Breiðstøðum, hava í dag vunnið altjóða World Ranking kappingini Aros Gait Event í Herning í Danmark.

Elin V. Tindskarð og Oskar frá Breiðstøðum (Mynd: Ríðisamband Føroya)

Elin V. Tindskarð og Oskar frá Breiðstøðum (Mynd: Ríðisamband Føroya)

2022-06-19 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftaná at hava havt ein minni steðg frá ríðingini, er Elin V. Tindskarð aftur at síggja á breytinum til altjóða kappingar.

Elin V. Tindskarð og hestur hennara, Oskar frá Breiðstøðum, hava í dag vunnið altjóða World Ranking kappingini Aros Gait Event í Herning í Danmark.

Tað skrivar Ríðisamband Føroya á heimasíðuna.

Elin V. Tindskarð og Oskar gjørdi ikki mætari enn at tey vunnu T2s greinina rættiliga trygt, og vóru tey eisini á odda í innleiðandi kappingini hósdagin. Í dag, tá A finalan var, gjørdi tey bæði so bart og vunnu sannførandi við 7,67 frammanfyri Agnethe Schneider á Muni frá Langtved við 7,17, skrivar Ríðisamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder