Oyggjaleikir 2019

Elisabeth Holm Simonsen leyp móti teimum bestu

Hevði 8. besta lopið og slapp víðari í finaluna.

2019-07-07 18:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eydnaðist Elisabeth Holm Simonsen at leypa seg í finaluna í kappingini í longdarlopi í dag. Men har var mótstøðan kortini so sterk, at ikki var nógv at gera hjá unga føroyska leyparanum.

Tær vóru 21 tá kappingin byrjaði. Tær fingu høvi at leypa tríggjar ferðir. Eftir tað sluppu 8 tær bestu at royna seg tríggjar ferðir afturat. Her hevði Elisabeth 8. besta úrslit við 5,34 metrum, og megnaði akkurát at koma víðari.

Hin føroyski luttakarin í kappingini, Edna Maria Debes, mátti gevast eftir hesi lopini. Hennara besta lop var 4,98 og røkk til eitt 14. pláss.

Í finaluni megnaði 18 ára gamla Elisabeth ikki at betra um sítt besta úrslit, sum hon setti í øðrum lopi.

Hetta lopið var rættiliga nógv longri enn hennara persónliga met, men verður tó ikki skrásett sum met – til tess var undanvindurin á Gibraltar alt ov nógvur.

- Tað var fantastiskt at sleppa víðari til finaluna, men mótstøðan var øgiliga stór. Bert spell, at lopið ikki kundi góðkennast, segði ein vælnøgd Elisabeth eftir kappingina.

Vinnari av kappingini gjørdist suverena næstan tveir metra høga Kärt Öunapuu úr Sarema, sum leyp heili 6,19 metrar, sum er tað longsta í oyggjaleikahøpi. Men, sum sagt, var ov nógvur undanvindur til at lopini kundu skrásetast sum met.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder