Fótbóltur

Ellivu hevur keypt Pondus

Fótbóltsmagasinið roynir seg við teknirøð umframt fleiri nýggjum royndum skrivarum.

Ellivu við teknirøð eisini

Ellivu við teknirøð eisini

2021-03-17 22:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggja útgávan hjá fótbóltsmagasininum Ellivu er komið á gøturnar í dag. Flytingarvindeygað er júst latið aftur. Feløgini hava leitað sær styrk og tað hevur Ellivu eisini. Umframt sterku manningina frá undanblaðnum, so hevur Ellivu fingið tilgongd av fleiri royndum skrivarum, og fingið ein nýggjan spælara úr Norra.

- Tað gleðir okkum at kunngera Pondus sum nýggjan spælara á Ellivu. Norska teknirøðin um Pondus verður nú á føroyskum í Ellivu. Pondus er ein íðin fótbóltsfjeppari, sum í dagdreymunum spælir á altjóða fótbóltspallinum. Hann er so íðin, at hann onkuntíð gloymir at hann ikki er yrkisspælari í Liverpool, sum er hansara lið. Vit ynskja Pondus “velkommen” og gleða okkum til at fylgja honum á føroyskum, skrivar Ellivu.

Millum nýggju skrivararnar eru Emil L. Jacobsen, Uni L. Hansen og Jákup Ósá. Emil hevur verið ein søguligan túr aftur í 1979 saman við ÍF-legendum, Uni L. Hansen hevur verið til innandurafótbólt við nøkrum illsintum gøtumonnum, og Jákup Ósá fer í komandi útgávu at greina rákið við málskjóting seinastu seks árini í føroyskum fótbólti. Eisini hava lesararnir havt sína ávirkan á blaðið.

- Vit hava sett okkum fyri at velja besta altjóða manslandsliðið saman við okkara lesarum. Hesa ferð velja vit besta málverjan. Valið stendur millum tríggjar framúr málverjar. Jens Martin Knudsen, Jákup Mikkelsen og Gunnar Nielsen, skrivar Ellivu.

Profilarnir í blaðnum eru Petur Knudsen úr NSÍ og Julia Naomi Mortensen, sum er av Tvøroyri og spælir við HB. Ellivu hevur eisini verið á vitjan á Toftum, sum aftur er í miðdeplinum. Gestir í teimum ymisku teigunum eru Rannvá B. Andreasen, Gilli Rólantsson og Jákup á Borg. Ungir spælarar at hava eyguni eftir eru evnaríku Maria Vinjardsdóttir Johansen og Heini Sørensen.

- Tá tú kemur til endan av blaðnum kanst tú seta teg við einum kaffimunni, og lesa hugleiðingina hjá Suna Merkistein um hvíta HB-liðið á niðara vølli í 70unum. Frá Johan Cruyff til Hera Nolsøe og Eirik Rasmussen. Suni hevur eisini sent eina takkarkvøðu til HM-stjørnurnar Paolo Rossi og Diego Maradona, sum báðir eru farnir um sýn, skrivar Ellivu.

Ellivu er at fáa í handlum kring landið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder