Fótbóltur

Ellivu: Hvør hevur verið best á landsliðnum?

Fótbóltsmagasinið Ellivu hevur sett sær fyri at finna bestu spælararnar sum hava verið á landsliðnum, og skipar fyri atkvøðugreiðslu.

2021-02-19 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ellivu hevur sett sær fyri at seta besta altjóða landsliðið hjá Føroyum. Hvørjir spælarar hava staðið seg best eftir umstøðunum á landsliðnum, eftir at Føroyar fingu altjóða limaskap í 1988. Talan er bara um avrikini á landsliðnum.

Magasinið sum kom út á fyrsta sinni í fjør, hevur tí brúk fyri hjalp

- Vit hava gjørt eina atkvøðugreiðslu og ynskja at tú letur tína atkvøðu. Til fyrstu útgávuna í 2021 fara vit at velja besta málverjan á føroyska landsliðnum. Plássini verða kunngjørd so hvørt í hvørjari útgávu. Til útgávu nummar tvey fara vit at seta verjuna, til útgávu trý seta við miðvøllin og enda við at seta álopið í fjórðu og seinastu útgávuni í ár, verður sagt.

Treytin fyri at vera í uppskoti er, at spælarin hevur spælt 25 landsdystir, og at spælarin hevur verið virkin í tíðini, har Føroyar hava havt eitt altjóða landslið. Í hesum førnum eru tríggir málverjar, sum lúka treytirnar. Teir eru Jens Martin Knudsen, Jákup Mikkelsen og Gunnar Nielsen.

Atkvøðast kann her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder