Fótbóltur

EM-endaspælið í Føroyum avlýst

UEFA kunngjørdi í gjárkvøldið, at EM fyri U17 Gentur, ið skuldi verða í Føroyum í mai 2021 er avlýst orsakað av koronastøðuni.

Altjóða fótbóltssamgongan metir ikki tað vera ráðiligt, at kappingin verður avgreidd, og hetta er sjálvandi eitt stórt vónbrot fyri ungu føroysku kvinnurnar, ið hava arbeitt hart men nú ikki sleppa at royna seg (Mynd: FSF)

Altjóða fótbóltssamgongan metir ikki tað vera ráðiligt, at kappingin verður avgreidd, og hetta er sjálvandi eitt stórt vónbrot fyri ungu føroysku kvinnurnar, ið hava arbeitt hart men nú ikki sleppa at royna seg (Mynd: FSF)

2020-12-17 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

– Vit eru sjálvandi ótrúliga hørm um, at kappingin er avlýst. Genturnar hava vant rættuliga nógv og hart hetta seinasta árið, so tær kundu vera so væl fyrireikaðar sum til ber til kappingina. Venjaratoymið og hópurin hava lagt ómetaliga nógva orku í hetta, og leikliga hevur liðið flutt seg rætta vegin. So tað er ræðuliga stórt spell, at tær nú ikki sleppa at royna seg móti teimum allarbestu hesaferð.

Soleiðis sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF, í samband við, at UEFA hevur avgjørt at avlýsa EM-endaspælið fyri U17 Gentur, sum skuldi vera í Føroyum frá 2. til 14. mai 2021.

Orsøkin til avlýsingina er koronafarsóttin, og altjóða fótbóltssamgongan metir ikki tað vera ráðiligt, at kappingin verður avgreidd í mai mánað komandi ár, sum støðan er í løtuni, boðar Fótbóltssambandið frá.

Pætur Clementsen leggur tó dent á, at tað nú snýr tað sum um hjá ungu evnaríku kvinnum at halda fram at arbeiða. Tekniski stjórin í FSF vónar eisini, at Føroyar fáa møguleikan at vera vertir fyri slíkari stórari kapping aftur skjótt 

– Genturnar eru sjálvandi skuffaðar um avgerðina, men nú ræður um, at tær ikki fella í fátt. Tað fer tó neyvan at henda, tí talan er um nógvar evnaríkar fótbóltsspælarar, sum vit uttan iva koma at síggja meir til í framtíðini. Tað er als ikki óhugsandi, at fleiri av hesum gentunum fara at gera seg galdandi á U19- og A-landsliðnum. Tað vænti eg heilt erligt at fleiri av teimum fara at gera. Nú mugu vit bara vóna, at tað ikki gongur alt ov lang tíð, til vit fáa møguleikan aftur at vera vertir fyri einari so stórari kapping, sum eitt endaspæl fyri yngru landsliðini er, 

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at í samband við at EM-endaspælið skuldi verða í Føroyum, var ætlanin at skipa fyri ymiskum átøkum til frama fyri menningina av gentu- og kvinnusíðuna. Hesi átøk verða tó partvís gjøgnumførd, og verður kunnað meir um hetta í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder