Triðja árið á rað skulu Føroyar spæla endaspæl í kvinnuhondbólti. 5., 7. og 9. desember spæla Føroyar í bólki E í suðurpólska býnum Katowice.
Sí eisini: Føroyar enda við møguligum lagnudysti móti pólsku vertunum
Hetta er tætt við Krakow og millum annað kendu saltminirnar og Auschwitz-Birkenau týningarleguna.
Suðurpólski býturin var síðsta summar karmur um størsta úrslitið hjá føroyskum hondbóltsliði í einum endaspæli: HM-bronsu
![]()
Óli Mittún fær HM-bronsu handaða í Katowice Arena. Kvinnurnar skulu spæla í størri høll - Spodek Arena - mitt í Katowice (Mynd: Sverri Egholm)
Atgongumerki til EM-bólkadystirnar hjá føroysku kvinnunum eru nú sett til sølu.
Hetta á atgongumerkjasøluni hjá EHF, sum í hesum føri er á eventim.pl.
Í fyrstu syftu er talan um pakkaatgongumerkir.
Latið verður upp fyri sølu í sjálva "føroyska bólkinum" og til dagsatgongumerki mánadagin 4.mai.
Høllin í Katowice hevur pláss fyri áleið 11.000 áskoðarum, og frá byrjan hevur HSF fingið tillutað áleið 500 atgongumerki, kunnar Hondbóltssambandið um.
Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Suðurpóllands 3. desember.
Ferðaskrivstovurnar Eventz og Fonn Flog skipa eisini fyri bólkaferðum.
Sølan til hesi byrjar eisini mánadagin 4. mai
----------------------------------------------------
Dystarskráin í bólki E
Leygardagin 5. desember:
17.00: Pólland - Frakland
19.30: Føroyar – Ukraina
Mánadagin 7. desember:
17.00: Pólland - Ukraina
19.30: Føroyar - Frakland
Mikudagin 9. desember:
17.00: Pólland - Føroyar
19.30: Ukraina - Frakland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald