Hondbóltur

EM: Ísland setti Frakland so dyggliga uppá pláss

Fraklendingar vóru risafavorittar undan dystinum í Budapest í kvøld, tí seks leikarar manglaðu hjá Íslandi. Hetta sást tó als ikki, og eftir átta-máls sigurin er liðið hjá Guðmundi Guðmundssyni í góðari støðu í mun til at koma víðari til hálvfinaluna.

Málverjin Björgvin Páll Gustavsson var ein av teimum, ið sat á gistingarhúsinum í sóttarhaldi, men Viktor Gísli Hallgrímsson stóð framúr væl og gjørdist dagsins leikari (Mynd: EPA)

Málverjin Björgvin Páll Gustavsson var ein av teimum, ið sat á gistingarhúsinum í sóttarhaldi, men Viktor Gísli Hallgrímsson stóð framúr væl og gjørdist dagsins leikari (Mynd: EPA)

2022-01-22 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

OL-vinnararnir vóru eisini nakrar leikarar fyriuttan orsakað av koronu, mest mekisvert spælskiparan Kentin Mahé og strikuleikaran Ludovic Fabregas, umframt teir sum ikki kundi koma við til Ungarn; millum annað Nedim Remili og Luka Karabatic. Men góðskan á øllum franska hópinum - breiddin - er á pappírinum nakað betri enn hon hjá Íslandi, ið manglaði heili seks leikarar til lykladystin í høvuðsumfarinum vegna koronu.

Björgvin Páll Gustavsson, ið vanliga er fyrsti málverji, stjørnan í bakketuni, Aron Pálmarsson og tryggi vongleikarin Bjarki Már Elísson, spælskiparin Smárason - umframt umráðandi verjuleikarar - vóru millum teir, ið sótu á gistingarhúsinum í sóttarhaldi. Teir kundu á skíggjanum síggja liðfelagar, ið ikki eru eins kendir, men sum veruliga vístu seg fram og sum í roynd og veru flongdi Frakland.

Ísland fekk leiðsluna í 6. minutti og slepti henni ongantíð aftur. Ístaðin varð bygt uppá hana við framúr góðum hondbólti á ymsum økjum, og fraklendingar spældu uttan íblástur og ferð og høvdu lítið at svara aftur við. Í stegðinum var leiðslan sjey mál, og dysturin í 2. umfari í bólki 1 í millumumfarinum endaði við einum íslendskum sigri við heili átta málum. Um tað hevði verið umvent, hevði tað hóska betri við, hvar serfrøðingar og veddingarfyritøkur mettu áðrenn.

Tað vóru serliga tveir lámir leikarar, ið stóðu fyri íslendsku málunum, og sum harvið skaraði framúr í álopspartinum. 24-ára gamli 28-ára gamli Ómar Ingi Magnússon úr Magdeburg og 28-ára gamli Viggó Kristjánsson, sum eisini spælir í týskum hondbólti til dagliga, skoraðu samanlagt 19 av teimum 29 íslendsku málunum - fleiri vóru heilt vøkur.

Tó var talan um eitt sterkt liðavrik. Verjuparturin hekk ógvuliga væl saman við Vidarssyni og liðformanninum Gíslassyni í miðverjuni og við ágangandi spæli, og í málinum var stóri Viktor Gísli Hallgrímsson til tíðir sum ein múrur. 21-ára gamli málverjin, ið til dagliga spælir í GOG, lyfti arvin eftir  og var á beint undir 50 prosentum í fyrra hálvleiki, eins og hann í seinna hálvleiki hevði stórar bjargingar. Eftir dystir varð Viktor Gísli Hallgrímsson kosin dagsins maður. F

Koronustøðan hevur tíverri ávirkað EM-endaspælið nógv, men hóast nógva mótgongd fekk Guðmundur Gudmundsson sett lið sítt rætt upp, íslendingar stríddust og spældu fyrimyndarliga væl, og nú Ísland hevur fýra stig og Montenegro og Kroatia eftir at spæla ímóti sær spennandi út, í mun til at koma í hálvfinalurnar. Frakland og Danmark skulu spæla ímóti hvørjum øðrum. Danir spæla í løtuni móti Kroatia.

EM-høvuðsumfar - bólkur 1
2. umfar - leygardagur 21.01:

Montenegro - Niðurlond 30-34 (16-18)

Frakland - Ísland 21-29 (10-17)

19.30: 
Danmark - Kroatia

Støðan:
Danmark 4 stig *
Ísland 4 stig *
Frakland 4 stig *
Niðurlond 2 stig
Montenegro 2 stig
Kroatia 0 stig


* Høvdu tvey stig víðari sum bólkavinnari 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder