Hondbóltur

EM-lutakast á skránni klokkan 16

Seinni í dag verður greitt hvørjum liðum føroysku kvinnurnar skulu spæla ímóti EM-undankappingini, ið byrjar í heyst. Føroyar eru í næstniðasta styrkisbólkinum.

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

2023-04-20 13:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, hósdagin 20. apríl klokkan 16 verður lutakastið um bólkabýti til komandi EM-undankappingina hjá kvinnum.

Hondbóltssamband Føroya greiðir á heimasíðu sínari frá, at 31 lið eru styrkismett í fýra bólkar bólkar. og er Føroyar styrkismett í triðja bólki.

- Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari til endaspælið saman við fýra teimum bestu 3´arunum. EM í 2024 verður leikt í Sveis, Eysturríki og Ungarn.

[object Object]

Tað er ein fyrimunur fyri Føroyar at verða styrkismettar í triðja styrkisbólki, í mun til bólk 4 har føroysku kvinnurnar áður hava verið. Føroyar bastu til dømis Ísrael og Finnlandi í HM-undankapping í 2021 og vunnu við tíggju málum í venjingardysti í Helsinki herfyri.

Fyri at spæla seg til EM-endaspælið, sum verður í november-desember 2024, skulu Føroyar tó allarhelst vinna sær stig móti hægri styrkismettum liði.

Lutakastið verður klokkan 16. Til ber at stroyma á Youtube. Til ber eisini at fylgja við og lesa meira á eurohandball.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder