Eftir ein frídag er fyrsta umfar í miðumfarinum nú á skránni í Rumenia. Har bresta U20-liðini hjá Føroyum og Fraklandi saman.
Fraklendingar megnaðu júst ikki at spæla um stuttligastu plássini, tá árgangirnir vóru til U19 HM í fjør. Kortini endaðu teir á 9. plássi eftir millum annað stórsigrar á Sveis og Serbia, sum Føroyar hava tapt ímóti í hesum endaspælinum.
Í EM-bólkaspælinum í síðstu viku vann Frakland á Grikkalandi og síðani avgerandi dystin móti Portugal. Eins og Føroyar, eru Frakland víðari uttan at hava stig við (vegna tap fyri Týsklandi), og tískil er talan um lykladyst í Cluj-Napoca klokkan 15 okkara tíð.
Har skulu føroyingar vísa nakað heilt annað enn í bólkafinaluni leygarkvøldið, sum Sveis vann við 17 málum.
Tað verður torført at koma víðari til fjórðingsfinalurnar, men føroyingar fara at royna at gera sítt móti krútsterku hondbóltstjóðini. Møguliga koma trý av fýra liðnum víðari úr bólkinum, og úrslitið í dag fær í øllum førum týdning fyri endastøðuna.
Portalurin vísir dystin við upptakt frá klokkan 14.30. Hjalti Mohr Jacobsen, hjálparvenjari á manslandsliðnum, og Tormóður Petursson Djurhuus vera viðmerkjarar
EM 2026 - miðumfar, bólkur 1
1. Sveis 2 stig
2. Týskland 2 stig
3. Frakland 0 stig
4. Føroyar 0 stig
Liðini hava stig við, sum tey hava vunnið móti hvørjum í innleiðandi bólkaspælinum: Sveis vann á Føroyum, og Týskland hevur vunnið á Fraklandi. Tvey lið, og møguliga trý'arin, koma víðari til fjórðingsdinalurnar
Skráin fyri miðumfar okkara:
Í dag, mánadagin 13. juli
15.00: Frakland - Føroyar
17.30: Týskland - Sveis
Í morgin, týsdagin 14. juli
15.00: Sveis - Frakland
17.30: Føroyar - Týskland
Les eisini: Spæla móti Fraklandi mánadagin og Týsklandi sunnudagin
Portalurin og FM1 vísa allar dystirnar hjá Føroyum í U20 endaspælinum - eisini frá miðumfarinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald