Hondbóltur

EM nærkast: Fleiri nýggjar í landsliðshópinum

23 eru úttiknar til venjingarlegu í Føroyum seint í mánaðinum - bert fimm spæla í heimligu kappingini. Fleiri ungar eru við, og nakrar, sum hava verið fastar, eru ikki tøkar.

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu í vetur til endaspæl triðja árið á rað. Har kunnu vera fleiri nýggj nøvn í hópinum - fyrstu veruligu fyrireikingarnar byrja í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu í vetur til endaspæl triðja árið á rað. Har kunnu vera fleiri nýggj nøvn í hópinum - fyrstu veruligu fyrireikingarnar byrja í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-01 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinni í september byrja ítøkiligu fyrireikingarnar hjá hondbóltskvinnunum til EM-endaspælið í desember. 

Hetta við venjingum, sum verða í Føroyum í viku 39. Tað vil siga í døgunum 21. - 29. september,

Claus Leth Mogensen og Simon Olsen hava úttikið 23 spælarar, harav 18 dagliga spæla uttanfyri landoddarnar:

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)
Gylta Djurhuus á Neystabø, Skuru IK (SWE)

Bakkar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (DEN) *
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Buducnost (MNE)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Lukka Arge, H71
Ró Reginsdóttir, Neistin *
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF *

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Inga Maria Roysdóttir, Stjarnan (ISL)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL) *
Sára Berg á Lag, H71 *
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN) *

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL) *

* Ikki spælt A-landsdyst áður

Sum listin vísir eru nógv nýggj nøvn. Sjey av spælarunum hava ikki spælt A-landsdyst áður. Summar hava tó vant við og annars verið profilar á ungdómslandsliðunum.

So eru spælarar sum til dømis Fríða Nolsøe Olsen, Lukka Arge og Inga Maria Roysdóttir aftur á listanum. Fríða er nú farin til Danmarkar, har hon spælir saman við Brynhild Pálsdóttir í Frederiksberg-felagnum Ydun í triðbestu donsku deildini. Lukka var við til EM í 2024 og hevur serliga eginleikar í verjuni og við brotskøstum, og Inga Maria stóð seg ógvuliga væl í Stjarnuni í Íslandi síðsta kappingarár.

Fyriuttan tær blaðungu er Christina Turiðardóttir Arge, sum spælir í næstbestu donsku deildini, nýggj á landsliðslistanum. Hon er uppvaksin í H71 er ein av avbjóðarunum á vongplássunum, har fleiri í hesum hópinum hava lítlar ella ongar A-landsliðsroyndir. 

Har er vert at leggja merki til, at Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen ikki er við. Hon er ikki tøk, og tað eru Elsa Egholm, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Natasja Hammer og sjálvandi Bjarta Johansen - av ymiskum orsøkum - heldur ikki. 

Tær 23 skulu venja saman síðst í mánaðinum. Annars eru fýra dystir á skránni sum fyrireiking til EM-endaspælið í Póllandi: 

Tveir dystir í Eysturríki í oktober (22. og 24.), og í Noreg móti Noreg og Danmark 26. og 28. november. Meira um hetta seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder