Hondbóltur

EM: Noreg knógvaði vertunum í hálvfinaluni

Danmark var á odda við trimum málum í stegðinum men tapti við trimum. Frakland vann stórt á Kroatia.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-12-18 22:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hálvfinalurnar í EM-endaspælinum hjá kvinnum vórðu leiktar í Herning í kvøld.

Frakland var stórfavorittur ímóti Kroatia, ið var í sínari fyrstu hálvfinaluni. Í steðingum var støðan 15-5, so har var ongnatíð nakar ivi.

Tað var meira spennandi í hinari hálvfinaluni í Jyske Bank Boxen. Noreg verður mótstøðuliðið hjá Fraklandi í finaluni har sunnudagin, men Danmark var omaná fyri steðgin. Danir spældu klókan og góðan hondbólt, og tað var serliga í verjupartinum, at tað eydnaðist heilt væl. Sandra Toft tók helmingin av skotunum, ið komi ímóti henni. Kviku norsku leikararnir høvdu ilt við at fáa spælið at koyra, men Nora Mørk forðaði fyri, at Danmark ikki rann avstað.

Í øðrum hálvleiki vóru norsku favorittarnir tó greitt sterkari og vendu dystunum við góðum spæli. Tað var leingi tætt, men móti endanum trekti Noreg frá.

Finalan, eins og dysturin um triðja plássið, verður sunnudagin.

Frakland - Kroatia 30-19 (15-5)
Danmark - Noreg 24-27 (13-10)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder