
Kringvarp Føroya hevur fingið avtalu í lag við UEFA um, at KVF stroymir allar teir føroysku dystirnar í EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum.
Fótbóltssamband Føroya boðar frá, at hetta fer at liggja undir KVF 2. Stroymingin verður eisini at síggja á forsíðuni á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.
Føroyar spæla sín fyrsta dyst í kvøld klokkan 18. Hetta verður eina risastór uppgáva móti Noreg á Tòrsvølli.
Sí eisini: Í dag byrjar EM-endaspælið í Føroyum
Søguliga endaspælið er farið í gongd nú við dysti í Klaksvík, har Eysturríki og Niðurlond spæla.
Hesin dysturin sæst á uefa.tv, eins og hinir dystirnir í kappingini. Tað er lætt, ómakaleyst og ókeypis at gera sær ein brúkara.
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (á Djúpumýru)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórsvøllur)
Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Pólland – Italia (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Frankaríki (á Djúpumýru)
Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Holland – Noreg (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Føroyar – Eysturríki (á Djúpumýru)
Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (á Djúpumýru)
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)
Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (á Djúpumýru)
Hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 14. mai, og finalan verður leygardagin 17. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald