Fótbóltur

EM-undankapping og venjingardystur á skránni hjá U17-dreingjunum

18 spælarar eru úttiknir til kappingina í Kýpros, sum verður síðst í hesum mánaðinum. Føroyar spæla móti Rumenia og Kýpros, og eisini verður venjingardystur móti Japan á skránni.

Rósing Sverrason Toyt úr Víkingi er millum teir 18, ið er úttikin til U17-landsliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Rósing Sverrason Toyt úr Víkingi er millum teir 18, ið er úttikin til U17-landsliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-10-17 17:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir EM-undankappingardystir, umframt ein venjingardystur ímóti Japan, eru á skránni, tá U17-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum leggur leiðina til Kýpros.

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til kappingina.

Føroyar eru í bólki 13, saman við Kýpros og Rumenia.

Dysturin móti Rumenia verður 27. oktober, dysturin móti Kýpros verður 30. oktober, og dysturin móti Japan verður 2. november, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Hópurin, sum er úttikin, er:

  • Tobias Mcleod í Hjøllum, B36
  • Carl Christian Codron, B36
  • Filip B. Laursen, B36
  • Marius Jónsson, EB/Streymur
  • Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
  • Oliver Joensen, FC Suðuroy
  • Filip Jovevic, ÍF
  • Emil Poulsen Linklett, KÍ
  • Andrew Poulsen, KÍ
  • Markus í Mittúni, KÍ
  • Elias Justinus Begerau, Skála
  • Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
  • Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
  • Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
  • Boas á Reynatrøð, Víkingur
  • Emil Ludvig Jacobsen, Víkingur
  • William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
  • Tristan Hentze, Viborg FF (Danmark)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder