Fótbóltur

Endaði við eyðmýking í Estlandi

Føroyar byrjaðu væl, og Petur Kundsen skoraði til 1-0 miðskeiðis í fýra hálvleiki. Tað endaði tó 4-1 til Estland - í øllum førum trý av málunum vóru eftir stór føroysk mistøk og samanlagt ikki pent.

Í 24. minutti kundu føroysku spælararnir fegnast, eftir at Petur Knudsen hevði lagt Føroyar á odda (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Í 24. minutti kundu føroysku spælararnir fegnast, eftir at Petur Knudsen hevði lagt Føroyar á odda (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2024-06-08 19:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið líkist gamaní ikki tí landsliðið, ið vit kenna í mun til manning, og talan var um venjingardyst. Tó má og skal tað svíða, tá tað endar við 4-1 tapi móti einum liði, sum er nummar 123 í heiminum nú. Bert tíggju pláss frammanfyri Føroyar.

Fyrstu 40 minuttirnar var tað mesta á góðari leið hjá Føroyum, ið kom á odda, og eisini burdi økt, tá Meinhard Egilsson Olsen gjørdist ein-ímóti einum við málverjanum. Afturvendi vongurin bíðaði tó ov leingi at skjóta og kiksaði driblingina.

Hin vongurin, sum eisini hevur NSÍ sum barndómsfelag, gjørdi bart stutt áðrenn. Petur Knudsen gjørdi sítt fyrsta A-landsliðsmál, tá hann søkti bóltin væl við aftaru stong og setti høvdið á. Hetta var eftir, at Hanus Sørensen hevði lagt inn fyri úr vinstru, og bólturin hoppaði framvið øllum - uttan Peturi.

[object Object]
Ein av teimum, sum hevur spælt yvir 10 landsdystir, í verandi hópi. Petur Knudsen setti bóltin í estiska netið (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Hetta varð ljóspunktið samanlagt í dag. Beint fyri steðgin javnaði Estland: Stefan Radosavljevic misti bóltin í miðkringinum, og so revsaði heimaliðið skjótt: Bólturin varð spældur upp til áleyparan, ov langt var ímillum føroysku spælararnar, og serliga Samuel Johansen Chukwudi var heldur langt burtur.

Tað var eisini ein trupulleiki í 50. minutti. Ótarnað estiskt innlegg úr vinstru, ein spælari stóð fríur millum Gunnar Vatnhamar og Viljorm Davidsen, bólturin varð stútaður í økið mitt fyri málið, og har var Anier til reiðar og fekk ótarnaður avsluttað. Samuel fylgdi honum als kki í støðuni: 2-1.

Føroyar royndu at svara aftur, men Estland sat meira á tí enn í 1. hálvleiki. Eitt ávíst máttloysi sást í løtum, og seinastu løtuna gjørdist tað óneyðuga ljótt.

Í 83. minutti smekkaði Tur til, bólturin rakti Hanus Sørensen, sum ikki blokeraði heilt í støðuni, og so snýtti bólturin Bárð á Reynatrøð.

Tað endaði 4-1: Samuel Chukwudi skuldi spæla bóltin til Jóannes Kalsø Danielsen mitt á egnari hálvu. Avleringin var heldur spakulig, høgri bakkurin náddi ikki fram til bóltin. Hann var í roynd og veru síðsti maður, og áleyparin, sum kom ímillum, streyk avstað og komin inn í brotsteigin skeyt hann undir annað beinið á Bárði.

[object Object]
Dystargongdin - dystir.fo. 

4-1 til Estland lýsir ikki heilt dystarmyndina, men støðan og dystargongdin - tann hátturin sum Føroyar at enda taptu uppá ímóti slíkari mótsstøðu og uttan at veruliga svara aftur - geva ikki eina bjarta mynd beint nú. Teir flestu, sum spældu nógv, hava hóast alt í minsta lagi fitt av royndum á A-landsliðnum. Nógvir hava eisini góða gongd í landskappingini. Eitt samanlagt betri avrik er neyðugt í bronsudystinum í Baltic Cup týsdagin.

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) -  Petur Knudsen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic, Meinhard Egilsson Olsen, - Jóan Símun Edmundsson ( 46' Klæmint Andrasson Olsen)

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Adrian Rúnason Justinussen og Pætur Petersen (62'), Daniel Johansen (81'), (Aron Jarnskor Ellingsgaard og Noah Mneney 89')

Høvuðsvenjari: Håkan Ericson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder