Fótbóltur

Endurtøka av finaluni í fjør

HB vann tá 1-0 á KÍ. Aftur í kvøld er KÍ í favorittleikluti. Finalan um Løgmanssteypið hjá kvinnum byrjar klokkan 18.30 - FM1 sigur frá og til ber at fylgja gongdini á Portalinum.

HB-kvinnurnar kundu stórfegnast um steypagull í fjør. So er spurningurin hvør fer avstað við tí hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)

HB-kvinnurnar kundu stórfegnast um steypagull í fjør. So er spurningurin hvør fer avstað við tí hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-19 08:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur seinastu tríggjar vikurnar vunnið tvær ferðir á HB í endaspælinum um FM. 

Hetta merkir tó ikki nakað serligt, tá talan nú er um eina steypafinalu, vil Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ-málverji, vera við. Julia Naomi Mortensen staðfestir fyri FSF Varpinum, at HB hevur 

Sí eisini - video: 
Julia Naomi Mortensen: - Vit skulu hava skil á í verjupartinum og arbeiða knall-hart í finaluni
Óluva og KÍ vilja hava steypið aftur til Klaksvíkar

Feløgini spældu eisini steypafinalu í fjør. Tað var við øðrum høvuðsvenjarum, og nakað øðrvísi samansettum hópum - serliga hjá HB.

KÍ sær út til at vera nakað sterkari í løtuni og hevur eisini nakað at løna HB aftur eftir 1-0 tapið á Tórsvølli í fjør. Tá skoraði liðskiparin Sunniva Willemoes einsamalla málið, og Lukasz Cieslewicz var venjari. 

Klaksvíkskvinnur eru greitt mest vinnandi - eisini í steypakappingini. Sambært FSF hevur KÍ 16 steypagull higartil. HB er á 2. plássi við 7.

So er spurningurin, hvør leggur afturat í kvøld.

FM1 sigur frá finaluni um Løgmanssteypið, sum byrjar klokkan 18.30. Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum, har myndir og samrøður vera seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder