22 ára gamli Mads Boe Mikkelsen sum seinasta hálvtannað árið hevur leikt við HB, fer framyvir at spæla í bláa búnanum hjá klaksvíkingum.
Hesum boða meistararnir frá á heimasíðuni í dag.
Hann er sostatt næsti HB’arin í røðuni sum leitar sær norðeftir í vetur. Fyrr í ár boðaði KÍ frá, at René Shaki Joensen hevði gjørt sáttmála við felagið.
Mads Boe Mikkelsen sum hevur føroyska mammu, hevur umboðað Danmark á U17 landsliðnum og hevur umboðað Føroyar á U21 landsliðnum. Harumframt hevur hann spælt fýra Superliga-dystir fyri Vendsyssel, eins og hann eisini hevur spælt í donsku 1. deild. Mads var partur av AGF, har hann spældi sum ungdómsleikari, áðrenn hann skifti til Vendsyssel.
- Sum leikari er Mads tekniskur, driblisterkur og ómetaliga skjótur. Hann dugir sera væl at seta viðleikarar í góðar støður og er sera vandamikil ein móti einum í álopsstøðu. Mads er vongur sum kann spæla í báðum síðum. Hann hevur eisini royndir sum bakkur og sum álopskendur miðvallari, skrivar KÍ um skiftið.
- Mads hevur havt tilboð úr m.a. Danmark, men hevur valt KÍ, tí at felagið hevur eitt professionelt umhvørvi, er í stórari menning og hevur høgar ambitiónir, sigur KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald