2020-10-06 11:37
Sveitsarin Xherdan Shaqiri, sum spælir fyri ensku meistararnar, Liverpool, hevur fingið staðfest koronasmittuna, og er settur í sóttarhald. Tað upplýsir sveitsiska fótbóltssambandið.
Hann verður so statt, eftir øllum at døma, ikki við, tá sveitsiska landsliðið skal spæla sínar komandi landsdystir móti Kroatia, Spania og Týsklandi.
Tveir leikarar hjá Liverpool, Thiago og Sadio Mané, eru frammanundan smitturaktir og sita í sóttarhaldi.
Xherdan Shaqiri ist positiv auf Covid-19 getestet worden. In Absprache mit der Gesundheitsbehörde befindet er sich in Isolation. https://t.co/TW8M1nobvP pic.twitter.com/vOjkqmD7Gz
— Nati (@SFV_ASF) October 6, 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald