NSÍ boðaði um vikuskiftið frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 27 ára gamla danan, Kristian Andersen.
Kristian Andersen hevur seinast spælt við felag í næstbestu fótbóltsdeildini í Finnlandi. Hann spældi sum ungdómsspælari við Brøndby, og fekk eisini nakrar dystir á besta liðnum hjá danska stórfelagnum.
Síðani hevur hann spælt við HB Køge og Kolding IF í Danmark, Brage í Svørríki og seinast í Finlandi við Kokkolan PV.
Kristian Andersen verður lýstur sum ein royndur rekniskur leikari, sum kann spæla á flest øllum offensivu plássinum.
- Vit eru fegin um at hava fingið ein royndan leikara í hópin, og fer hann heilt víst at hjálpa okkara unga hópi í ár, skrivar formaðurin í NSÍ, Dánjal Hansen á heimasíðuni.
Tá NSÍ í gjár vann 4-3 á útivølli móti EB/Streymi í fyrsta umfari av fótbóltskappingini, vóru tað tríggir leikarar, sum spældu sín fyrsta dyst í BetriDeildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald