Fótbóltur

Enn ein smittutilburður staðfestur hjá Slovan Bratislava

Epidemikommisjónin hevur avgjørt at alt ferðalagið skal í sóttarhald. UEFA skal taka endaliga støðu um dysturin skal spælast ella ikki.

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2020-08-21 14:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er staðfestur enn ein smittutilburður í hópinum hjá slovakiska fótbóltsfelagnum Slovan Bratislava. Hesum boðar fútin frá fyri lítlari løtu síðani.

Tilburðurin bleiv staðfestur í gjár, tá ið eitt ferðalag úr Bratislava kom til Føroya.

Fyri at binda um heilan fingur varð koronakanningin gjørd tvær ferðir – báðar ferðir varð staðfest smitta.

Epidemikommisjónin hevur avgjørt, at alt ferðalagið hjá Slovan Bratislava skal í sóttarhald.

Eftir ætlan skulu KÍ og Slovan Bratislava spæla í Klaksvík í kvøld.

UEFA skal nú taka endaliga støðu, um dysturin í Champions League kappingini skal spælast ella ikki.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder