Tá tólv minuttir vóru eftir á Tórsvølli royndi innskifti Gilli Rólantsson seg tvær reisur við innleggi til Klæmint Andrasson Olsen. Tvøramaðurin á høgra bakki hevði runnið rætt, og Brandur Hendriksson, ið lá á miðvøllinum og stýrdi føroyska spælinum, fann hann við sera góðari alvering. Í seinnu royndunum eydnaðist tað, men Klæmint stútaði framvið.
Hetta var tað tættasta, ið Klæmint kom uppá at fáa sítt hattrikk, ið hevði verið tað fyrsta ein føroyskur A-landsliðsleikari hjá monnum hevði skorað í 24 ár (Todi Jónsson í 1996). Hetta var eisini tað tættasta, ið Føroyar komu uppá at skora til 3-0 í 2. hálvleiki, har heimaliðið fullkomilga sat á spælinum.
Andorra hótti ongantíð heilt føroysku leiðsluna, og teir gulkløddu vóru eisini meira hugsavnaðir um tað verjukenda spælið. Málini vóru heilt góð, og Føroyar eru aftur á sigurskós og heilt nær við at vinna bólkin.
UEFA Nations League deild D, bólkur 1
Tórsvøllur 13.10
Føroyar - Andorra 2-0 (2-0)
19' Klæmint Andrasson Olsen (Meinhard Egilsson Olsen) 1-0
33' Klæmint Andrasson Olsen (Hallur Hansson) 2-0
Føroyar (4-4-2/4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen (72' Gilli Rólantsson Sørensen), Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad (90' Heðin Hansen), Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (72' Andreas Lava Olsen), Brandur Hendriksson Olsen, Hansson (L), Jóannes Bjartalíð - Klæmint Andrasson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen (53' Jóan Símun Edmundsson)
Lettland - Malta 0-1
Støðan eftir fýra umfør
1. Føroyar (10 stig)
2. Malta (5 stig)
3. Lettland (3 stig)
4. Andorra (2 stig)
Fótbóltur
Enn ein tryggur sigur á Andorra
Klæmint Olsen skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Møguleikarnir vóru har til fleiri mál, men seinni hálvleikur gjørdist heldur tamur. Føroyar eru nú heilt nær við at vinna bólkin.
Klæmint Andrasson Olsen skorar til 2-0 (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-10-13 21:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald