Hondbóltur

Enn eitt HM-vónbrot hjá Svøríki

Svøríki tapti óvæntað 26-24 móti Angola.

(Mynd: IHF)

(Mynd: IHF)

2025-12-07 18:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur ikki gingið væl hjá svensku hondbóltskvinnunum í HM-endaspælinum og aftur í kvøld bleiv tað til eitt vónbrot.

Svøríki var undan ystinum í kvøld longu úti av kappingini, men svensku kvinnurnar taptu óvæntað móti Angola í síðsta dystinum í miðumfarinum. Angola vann 26-24. Støðan var 10-10 í steðginum

Noreg og Brasilia liggja nummar eitt og tvey í bólki 4 og bresta saman í bólkafinalu klokkan 19:30. Norsku kvinnurnar hava víst ræðandi styrki higartil í kappingini, og eru favorittar at vinna kappingina. TV2 vísir dystin.

Donsku kvinnurnar skulu eisini spæla í kvøld kl. 19:30. Ungarn og Danmark bresta saman í bólkafinalu, sum er avgerandi fyri, hvør mótstøðan verður í fjórðingsfinaluni. DR1 vísir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder