Annað

Epilepsifelagið 50.000 frá Lions

Stórsteypadystirnir í hondbólti og fótbólti hjá bæði kvinnum og monnum góvu so mikið gott avlop, at Lions Club í Føroyum kundi handa Epilepsifelagnum 50.000 krónur, ið koma væl við hjá felagnum.

Ida Justinussen, nevndarlimur, og Randfríð Skorheim Sørensen, forkvinna í Epilepsifelagnum, taka ímóti gávubrævinum upp á 50.000 krónur frá forsetanum í Lions Club Tórshavn, Kim Petersen

Ida Justinussen, nevndarlimur, og Randfríð Skorheim Sørensen, forkvinna í Epilepsifelagnum, taka ímóti gávubrævinum upp á 50.000 krónur frá forsetanum í Lions Club Tórshavn, Kim Petersen

2022-04-11 09:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnu árini hevur Lions Club í Føroyum broytt mannagongd, so tað samanlagt kann vera ein størri upphædd, ið verður latin vælgerandi endamáli, tá ið ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti hjá bæði kvinnum og monnum skal lutast út.

Nú er tað samlaða upphæddin frá øllum fýra dystunum, ið telur, og dystirnir um Lionsbikarið í september í fjør og um Lionssteypið í februar og mars í ár góvu sostatt 50.000 krónur hesaferð, ið koma sera væl við hjá móttakaranum, ið er Epilepsifelagið:

– Fyrst og fremst gevur hetta okkum møguleika at kunna meira um epilepsi og felagið, so vit kunnu gera faldarar og annað kunningartilfar, umframt at hetta eisini letur upp fyri møguleikanum at fáa í lag onkra ráðstevnu, ið eisini kann varpa ljós á epilepsi, sigur forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Skorheim Sørensen.

– Vit hava sera avmarkaðar fíggjarligar møguleikar, tí vit eru eitt lítið felag við gott 70 limum, ið rinda 200 krónur um árið í limagjaldi og summi ein hundraðkrónuseðil meira fyri at fáa blaðið hjá danska epilepsifelagnum. Eisini fáa vit eitt sindur av stuðli frá Megd, men vit eru ikki eitt felag við nógvum pengum.

Aðrar møguleikar
Randfríð Skorheim Sørensen sigur, at felagið hevur roynt at havt eitt ella tvey tiltøk um árið, men hesi síðstu árini hevur korona gjørt sítt til, at tað ikki hevur borið so væl til. Men onkuntíð hevur felagið havt samstarv við onnur feløg um okkurt tiltak, men fíggjarliga orkan hjá Epilepsifelagnum til sjálvt at gera tað stóra, hevur tíverri ikki verið til staðar.

– Nú vit hava fingið hetta góða íkastið frá Lions Club í Føroyum, kunnu vit hugsa eitt sindur størri og leggja fleiri ætlanir, enn vit annars høvdu kunnað, so hetta kemur øgiliga væl við. At vit brádliga hava fingið 50.000 krónur, eru vit positivt bilsin av og skulu líka venja okkum til tankan, sigur Randfríð Skorheim Sørensen.

– Epilepsi er ein sjúka, ið mong ikki vilja kennast við, og var tað ikki so, høvdu vit kanska havt 400 limir, um vit skuldu mált út frá donskum tølum, heldur enn bara 70. Men nú hava vit brádliga aðrar møguleikar at gera ymiskt, ið bara var eitt ynski áðrenn, so vit eru sera takksom fyri hesar pengarnar, vit nú hava fingið frá Lions.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder