26. februar var hann aftur á vøllinum í einum skrásettum fótbóltsdysti, tá hann varð skiftur inn fyri Brentford í Premier League-dysti móti Newcastle. Teir báðar seinastu dystirnar hjá Brentford hevur 30-ára gamli danin spælt 90 minuttir og er harvið væl fyri.
Tað varð væntað, at Christian Eriksen skjótt fór at verða tikin út á landsliðið aftur, og nú er hetta veruleiki. Tað kunngjørdi Kasper Hjulmand á tíðindafundi í morgun, har hann eisini fekk heiðurin sum ársins danski venjari 2021.
Danmark spældi seg í EM-hálvfinaluna síðsta summar, har tað endaði við tapi fyri Ongland eftir longda leiktíð á Wembley. Hetta vóru tríggjar og eina hálva viku eftir, at Christian Eriksen small um við hjartatilburði í Parkini.
Hann kom tíbetur skjótt fyri seg og Eriksen hevur í vetur arbeitt við at spæla fótbólt á hægsta støði. Í vikuskiftinum legði hann upp til mál í Premier League og 26. mars kann hann fáa comeback fyri danska landsliðið, tá spælt verður á gamla heimavøllinum hjá Eriksen í Amsterdam. Talan er um venjingardyst millum Danmark og Niðurlond. Tríggjar dagar seinni spælir Danmark móti Serbia.
Danski hópurin til dystirnar:
Kasper Schmeichel, Leicester City
Frederik Rønnow, Union Berlin
Daniel Iversen, Preston North End
Alexander Bah, Slavia Prag
Andreas Christensen, Chelsea
Jannik Vestergaard, Leicester City
Joachim Andersen, Crystal Palace
Joakim Mæhle, Atalanta
Rasmus Nissen, Red Bull Salzburg
Victor Nelsson, Galatasaray
Christian Eriksen, Brentford
Christian Nørgaard, Brentford
Jesper Lindstrøm, Eintracht Frankfurt
Mathias Jensen, Brentford
Philip Billing, Bournemouth
Pierre-Emile Højbjerg, Tottenham
Thomas Delaney, Sevilla
Andreas Cornelius, Trabzonspor
Andreas Skov Olsen, Club Brugge
Jacob Bruun Larsen, Hoffenheim
Jonas Wind, Wolfsburg
Kasper Dolberg, Nice
Yussuf Poulsen, RB Leipzig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald