Fótbóltur

Erlendur Magnusson: Skeg um vit spældu okkum víðari aftur

Erlendur Magnusson og hinir í B36 fyrireika seg í løtuni í Montenegro.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-17 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið er ein sera spennandi uppgáva fyri framman hjá B36. Havnarfelagið hevur ein realistiskan møguleika at spæla seg víðari til 2.undanumfar í Evropa League. Tað endaði málleyst í fyrra dystinum í Gundadali, so OFK Titograd hevur einki útivallarmál við til uppgerðina í Montenegro.

Í seinasta umfarið kom B36 heldur seint til Gibraltar orsakað av floglíkindunum í Vágunum. Hesaferð kom B36-hópurin tíðliga uppá pláss. Erlendur Magnusson og hinir hava verið í Podgorcia síðani leygardagin:

- Fyrireikingarnar til dystin hava verið góðar, men tær eru sjálvandi ikki heilt lidnar enn. Vit hava vant væl og fokusera bæði uppá okkara spæl og uppá teirra.

B36 hevur eitt fínt útgangsstøði við til Montenegro. Í Gundadali spældi B36 til tíðir sera væl, og sambært Erlendi verður uppskriftkn nakað tann sama, hóast B36 hevur ein nýggjan "mótstøðumann" í morgin:

- Vit ætla at spæla dystin nøkunlunda sum vit spældu hann har heima. Tó mugu vit ansa meira eftir orkuni hjá okkum, ti tað verður væl heitari enn í Føroyum.

Fyri 20-ára gamla Erlend og hinar í B36-hópinum er talan um sera umráðandi dyst, ið kann geva møguleikan til nýggjar og størri avbjóðingar:

- Áðrenn hetta árið var 2006 seinastu ferð, at B36 spældi seg viðari í Evropa. So tað hevði verið sera skeg at spælt seg víðari í 2.rundu. Um vit spæla okkum víðari, so møta vit einum enn størri liðið.

B36 skal hitta Besiktas í 2.undanumfarið, um liðið hjá Jákup á Borg megnar at basa Titograd í hitanum í Montenegro í hóskvøldið. Tað krevur ein javnleik, har mál koma ella ein B36-sigur eftir 90 minuttir, longda leiktíð ella brotsspørk.

Dysturin er klokkan 19.30 hóskvøldið(føroyska tíð)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder