Fótbóltur

Europa League – øll íslendsku liðini sligin út

Gunnar Nielsen stóð seg væl í málinum hjá FH, sum tapti móti slovakiskum liði í gjárkvøldið.

Gunnar Nielsen stóð gott í málinum hjá FH í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gunnar Nielsen stóð gott í málinum hjá FH í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-28 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meðan føroyskir fótbóltsfjepparar kundu fegnast um, at tað eydnaðist B36 at spæla seg víðari í Europa League í gjár, so var onki at fegnast um hjá íslendskum áskoðarum.

Ísland hevur – eins og Føroyar – trý lið í Europa League, men øll vórðu sligin úr kappingini í gjár.

Nummar tvey í íslendsku úrvalsdeildini í fjør, Breiðablik spældi í gjárkvøldi úti móti norska Rosenborg og tapti 4-2.

Nummar trý FH við Gunnari Nielsen í málinum hevði vitjan av slovakiska liðinum DAC Dunajská Streda og tapti 2-0. Sambært blaðnum Vísir, stóð Gunnar væl í málinum, og kundi ikki lastast fyri málini, sum slovakar fingu.

Víkingur, sum vann íslendsku steypakappingina í fjør, var í Slovenia og spældi móti Olimpija Ljubljana. Dysturin endaði 1-1, men slovenska liðið skoraði í longdu leiktíðini og spældi seg víðari.

Tá lutakast verður til næsta umfar í Evropa League mánadagin, er KR einasta umboð eftir í kappingini.

Meistararnir frá KR spældu í fyrsta umfari í Champions League í farnu viku. Teir møttu skotsku meistarunum, Celtic, og fingu sama umgang, sum NSÍ fekk í Aberdeen í gjárkvøldið. Celtic vann 6-0.

KR heldur tí fram sum einasta íslendska umboð í Europa League.

Onnur norðurlendsk lið víðari
Hini Norðurlondini kláraðu seg frægari í Europa League.

Úr Noregi spældi Bodø/Glimt seg víðari við at vinna 6-1 Kauno Zilgiris úr Litava, Rosenborg vann sum nevnt móti Breiðablik meðan steypavinnararnir Viking ikki hava spælt enn, teir komu beinleiðis í annað undanumfar.

Meistararnir úr Molde hava spælt seg til triðja undanumfar í Champions League við sigri á Celje úr Slovenia.

Úr Danmark spældi AGF seg víðari við at vinna á Honka úr Finnlandi í gjárkvøldið. FCK og SønderjyskE hava ikki spælt enn, men spæla fyrstu ferð í ávikavist øðrum og triðja undanumfari.

Meistararnir FC Midtjylland hava spælt seg víðari til triðja undanumfar í Champions League við at vinna 1-0 heima móti Ludogerets úr Bulgaria.

Úr Svøríki er Hammarby komið víðari við at vinna 3-0 á Puskás Akadémia úr Ungarn meðan Malmö FF vann 2-0 á Cracovia úr Polandi. Steypavinnararnir IFK Göteborg er ikki komið í kappingina enn.

Djurgården verður við í næsta umfari í Europa League. Svensku meistararnir taptu sín fyrsta dyst í Champions League móti Ferencváros úr Ungarn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder