Fótbóltur

Europa League byrjar aftur í kvøld

Fyri fyrstu ferð í nærum fimm mánaðar er evropeiskur fótbóltur aftur á skránni, tá fýra dystir í áttandapartsfinalunum í Europa League vera leiktir í kvøld.

Inter møtir í kvøld Getafe á Veltins Arena í Gelsenkirchen í Týsklandi. (Mynd: EPA)

Inter møtir í kvøld Getafe á Veltins Arena í Gelsenkirchen í Týsklandi. (Mynd: EPA)

2020-08-05 14:22 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í nærum fimm mánaðar er evropeiskur fótbóltur aftur á skránni, tá fýra dystir í áttandapartsfinalunum í Europa League vera leiktir í kvøld.

Í trimum av dystunum er talan um seinna dystin í uppgerðini, har fyrri dysturin var leiktur undan koronasteðginum, meðan í fjórðu uppgerðini, millum Inter og Getafe, bert ein dystur verður leiktur, tí tann fyrri var avlýstur tá koronakreppan tók seg upp.

Manchester United hevur sera gott útgangsstøði undan seinna dystinum á Old Trafford, eftir at United vann 5-0 á útivølli ímóti LASK Linz.

Shaktar hevur eisini gott útgangsstøði undan seinna dystinum. Ukrainska felagið vann 2-1 í fyrra dystinum á útivølli móti Wolfsburg.

FCK skal á heimavølli royna at venda 1-0 tapið í Turkalandi móti Basaksehir, til ein samanlagdan sigur. Vinnarin í hesum dystinum møtir Manchester United í fjórðingsfinaluni.

Hósdagin vera eisini fýra dystir í áttandapartsfinalunum í Europa League, meðan Champions League byrjar aftur fríggjadagin.   

Í fjórðingsfinaluni, hálvfinaluni og finaluni verður ein dystur leiktur. Hesir vera allir leiktir í Týsklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder