Hondbóltur

European Cup: H71 hittir banamenninar hjá VÍF

Hoyvíkingar trektu MRK Trogir, sum í 1. umfari vann við samanlagt níggju málum á Vestmanna - H71 og Trogir hittust eisini í 2023. H71 stendur at hava heimavøll 17./18. oktober.

Fyrst VÍF og síðani H71 móti somu kroatisku mótstøðu í Evropa (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fyrst VÍF og síðani H71 móti somu kroatisku mótstøðu í Evropa (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-22 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til 2. umfar í EHF European Cup Men hevur verið í Wien í dag. 

Kyndil og VÍF vóru við í 1. umfari men taptu rímiliga greitt samanlagt - bæði spældu eisini báðar dystirnar á útivølli móti liðum úr væl sterkari deildum enn tí føroysku.

Vestmenningar vóru í Kroatia, og nú er greitt, at H71 skal spæla ímóti júst sama mótstøðuliði í 2. umfari í oktober: MRK Trogir.

Eitt annað serstakt er, at H71 og MRK Trogir eisini hittust á hesum staðnum í triðsterkastu evropeisku kappingini í 2023.

Tá vórðu báðir dystirnir spældir í Kroatia, H71 hevði ógvuliga ungt lið, og báðir endaðu 29-22 til heimaliðið. Harvið samanlagt 14 mál á muni.

Hjá VÍF og Trogir vóru samanlagt níggju mál á muni fyrr í mánaðinum, men VÍF var leingi væl við í seinna dystinum.

Hoyvíkingar eru vegna styrkismeting beinleiðis í 2. umfari, og greipuvinnararnir burdu havt ein betri møguleika móti MRK Trogir hesaferð. Tað er eitt greitt mál hjá stóru FM-favorittunum at standa seg væl í Evropa, og hetta man metast sum eitt hampiligt lutakast.

H71 stendur at hava heimavøll 17./18. oktober, meða seinni dysturin stendur at vera í Kroatia eina viku seinni. Oftast velja liðini so tíðliga í kappingini , av fíggjarligum og praktiskum ávum, at smekka dystirnar saman til eitt vikuskifti, har heimaliðið síðani rindar ymiskar útreiðslur fyri útiliðið.

Soleiðis verður mest sannlíkt eisini hesaferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder