Hondbóltur

European Cup: Kyndil og VÍF royna seg aftur í kvøld

Skulu royna at venda ávikavist minus fýra og minus fimm frá fyrra dystinum til víðari luttøku. Kyndil spælir klokkan 17 í Eysturríki og VÍF í Kroatia klokkan.19 Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Filip Jojic í fyrra dystinum hjá VÍF í Trogir (Mynd: AVA Photography)

Filip Jojic í fyrra dystinum hjá VÍF í Trogir (Mynd: AVA Photography)

2026-09-13 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey føroysk lið spæla í kvøld seinnu dystirnir í 1. umfari í European Cup hjá monnum.

Talan er um VÍF og Kyndil, sum eru í ávikavist Kroatia og Eysturríki. Í báðum førum hava feløgini avtala at spæla báðar dystirnar í sama landi.

VÍF tapti 25-20 móti kropsliga sterku kroatunum úr Trogir fríggjakvøldið. Í fjár spældi Kyndil ein fínan dyst í Eysturríki, har Teitur Poulsen Hellisdal skaraði framúr við níggju av teimum 23 málunum í fýra máls-tapinum.

Í kvøld skulu Kyndil og VÍF gera eina roynd av venda uppgerðunum. Samanlagdi vinnarin fer víðari til 2. umfar.

[object Object]
Hópur, venjarar og hjálparfólk hjá Kyndli, sum eru í Eysturríki um vikuskiftið (Mynd: Kyndil)

European Cup 1. umfar - seinni dystirnir
Sunnudagin 13. september

17.00:
SC Kelag Ferlach - Kyndil (27-23)

19.00: 
MRK Trogir - VÍF (25-20)

Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum

Til ber at stroyma dystin hjá VÍF á Youtube - á hesari leinkjuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder