Hondbóltur

European Open: Føroyar endaðu á 10. plássi

Kekkar vóru neyvari í seinasta dystinum í dag og vunnu við tveimum málum. Hetta er tó næstbesta føroyska úrslitið í kappingini nakrantíð.

Føroysku dreingirnir hava spælt átta dystir seinastu dagarnar. Teir flestu hava verið heilt tættir (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroysku dreingirnir hava spælt átta dystir seinastu dagarnar. Teir flestu hava verið heilt tættir (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2023-07-07 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga seinnapartin spældu U17-dreinginir hjá Føroyum sín áttanda dyst í Göteborg hesa vikuna. Føroyar hava spælt nógvar tættar dystir - millum annað  tríggjar javnleikir - og endaðu við dysti um 9. plássið.

Har gjørdust okkara ov stuttir móti Kekkia, sum var á odda so at siga allan dystin. Føroyar høvdu trupulleikar við at skora mál fyrstu løtuna, men ein løta har verjan og Bjarni Gunnarsson Jacobsen í málinum stóðu væl, og flog kom á álopsspælið, gjørdi, at Føroyar kom á javnt, tá nakrir minuttir vóru eftir av fyrra hállvieki.

Kekkia var á odda við einum í steðginum, men í seinna hálvleiki vóru Føroyar ongantíð heilt nær við. Hóast eitt rímiliga gott avrik so eydnaðist tað ongantíð at fáa allar partar av spælinum at hanga saman samstundis - kekkar skoraðu eisini ov nógv løtt mál einu løtuna. 

Lýðar í Dímun kom inn og hevði fleiri góðar atgerðir í bakketuni. Hann skoraði fýra mál. Tveir flottir flúgvarar av Rúnari Hammer og Jákupi Egholm gjørdu eisini mun, og Filip Haldansen skoraði nógv. Vestmenningurin gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum.

Samanlagt hevur føroyska liðið spælt fleiri góðar dystir og tíðarskeið í dystum í Göteborg, og ungu menninir hava fingið víst seg fram og roynt seg. Fyri fýra árum vunnu Føroyar kappingina, tá 02- og 03-árgangirnir gjørdu bart. Endaliga úrslitið hesa ferð er tað næstbesta hjá Føroyum í kappingini. Okkara endaðu nummar tíggju av tjúgu liðum.

[object Object]
Felagsmynd uttanfyri høllina við føroysku áskoðarunum eftir seinasta dystin

European Open - dystur um 9. plássið
Scandinavium, Göteborg - 07.07

Føroyar - Kekkia 21-23 (9-10)


Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 2-4
15 min: 4-7
20 min: 7-7

25 min: (9-10)

30 min: 11-14
35 min: 13-16
40 min: 15-18
45 min: 17-20

(Spældu 2x25 minuttir)

Toppskjúttar:
Filip Haldansen 6 mál 
Lýðar í Dímun 4 mál
Fríði Holm í Innistovu 3 mál
Jákup Egholm 3
Haraldur Karlsson 2 mál
Helgi Jacob Halldórsson 1 mál
Torkil Sverri Debes Dahl 1 mál
Jógvan Andreasen Lamhauge 1 mál

Bjargingar: Bjarni Gunnarsson Jacobsen 7

Útvísingar: 
Føroyar: 4
Kekkia: 4

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder