Hondbóltur

Evropeiska ævintýrið hjá hoyvíkskvinnum sæst á Portal Play

H71 kvinnur spæla í kvøld kl. 19 fyrra dystin móti HB Dudelange úr Luksemborg. Dystirnir kunnu síggjast á Portal Play fyri eitt gjald.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-02 12:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71 kvinnurnar spæla um vikuskiftið tveir dystir ímóti HB Dudelange úr Luksemborg í øðrum umfari í European Cup.

Dystirnir verða spældir í Hoyvík fríggjakvøld kl. 19 og leygarkvøld kl. 19.

[object Object]

Og liggur ikki fyri at fara í Hoyvíkshøllina, stúr ei. Saman við H71 vísir Portal Play dystin og til ber hjá øllum at keypa sær atgongd fyri 79 krónur fyri hvønn dyst.

Sjúrður Hildarson Hoydal er frásøgumaður til báðar dystirnar.

Til ber longu nú at tryggja sær atgongd til dystirnar. Vitja Portal Play her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder