2020-09-07 15:19
Eyðgerð Mikkelsen spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, tá hon vardi málið í venjingardystinum móti Estlandi í vár, sum endaði 1-1.
Málverjin, sum dagliga spælir við HB, hevur sostatt ikki roynt seg fyrr í undankappingardysti móti nógv sterkari londum.
Hon hevur góðar vónir til komandi dystirnar móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi, og liðið hevur sett sær fyri at royna at halda málið reint hesaferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald