Hondbóltur

Eydnaðist ikki at fáa spenning í dystin í Kekkia

Føroyingarnir skoraðu uppá beint undir helmingin av sínum skotum móti Bundesliga-málverja, og Kekkia vann við átta málum. Seinni hálvleikur var betri enn tann fyri hjá Føroyum.

Kekkar vóru sterkari og væl tryggari í skotunum (Mynd: EHF)

Kekkar vóru sterkari og væl tryggari í skotunum (Mynd: EHF)

2021-03-12 21:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var greitt áðrenn dystin í kvøld, at uppgávan í Brno í kvøld fór at vera heldur truplari enn tann í Kiev mikukvøldið. Tíðin millum dystirnar var heilt stutt, ferðing við koronureglugerðum lá ímillum, og Kekkia er nakað sterkari enn Ukreina á pappírinum og er styrkismett hægst í bólkinum. Hetta skuldi eisini vísa seg - Føroyar taptu við tvífalt so nógvum málum sum í Ukreina.

Byrjanin var ikki góð. Kekkia kom upp á 4-1 skjótt og kom eisini upp á +4 fleiri ferðir í fyrra hálvleiki. Tað tyktist ikki sum, at kekkar høvdu stórvegis trupulleikar við at spæla seg til opnar møguleikar, og teir vóru eisini ísakaldir. Kekkisku verjuleikararnir høvdu greiðan mun, tá tað kemur til hædd, og hetta var ein av orsøkunum til, at Føroyar høvdu so trupult við at skora. Tá so liðið kom til møguleikar, so vóru teir ikki altíð so stórir, og tveir metrar-høgi Tomas Mrkva spældi eisini sera væl. Hann spælir til dagliga í Bundesliguni og bjargaði 60 prosent av skotunum, sum føroyingar høvdu upp á mál fyri steðgin. Kekkia fekk eisini tvey tey seinastu málini fyri steðgin, so at munurin var seks mál, tá liðini fóru aftur í skiftingarrúmini.

[object Object]Kjartan Johansen varð føroyskur toppskjútti við fýra málum - strandingurin spældi næstan ikki í øðrum hálvleiki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Filip Jojic verður hildin av sterku kekkisku verjuni. Filip skoraði trý mál. Hann spældi bert í 1. hálvleiki, tá hann hevði stuttan veg frá bonkinum inn á vinstra bakk (Mynd: EHF)

Seinni hálvleikur var meira enn góðkendur frá føroyskari síðu. Tá farið var beint um hálvan hálvleikin, høvdu føroyingar minkað um munin, og tað var serliga tí, at verjan og innkomni Tórur Gutttesen fingu fatur, men eisini tí at Peter Krogh og hinir fungu nøkur góð mál. 

Eina løtu sá tað tó út til at skrædna nakað, og heimaliðið kom heilt uppá pluss níggju, men liðið hjá Sonna Larsen helt fram at vísa stríðsvilja og mentala styrki, og nýggjastu menninir, Tróndur Mikkelsen og Hákun West av Teigum, fingu síðstu málini.

20 mál uppá 42 skot er ikki gott nokk - heldur ikki tá ein málverji hjá Bergischer roynir at verja fyri og miðalhæddin á mótstøðuliðnum er væl hægri. Kortini vóru glottar at hóma, og talan var jú um ein útdyst - bara tveir dagar aftaná ein annan - móti einum liði, ið spældi seg til júst farna HM-endaspæl. Nú vendir føroyski hópurin nøsina ímóti Føroyum. Her bíðar spenanndi uppgávu móti ukreinum. Hon verður í Høllini á Hálsi sunnukvøldið klokkan 18 frammanfyri áleið 600 áskoðarum. Har verður Portalurin eisini til staðar.

EM-undankapping
Brno 12.03
Kekkia - Føroyar 28-20 (14-8)
Føroyskur toppskjútti: Kjartan Johansen 4 mál

Støðan í bólkinum
1. Russland 5
2. Ukreina 3
3. Kekkia 2 
4. Føroyar 0

Sunnudagin 14.03
18.15: Føroyar - Ukreina 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder