Fótbóltur

Nýtt føroyskt fótbóltsspæl komið út

Fantasilið er eitt ókeypis føroyskt spæl, grundað á Fantasy Football hugtakið, har tú kanst samanseta títt egna lið við spælarum frá Betrideildini hjá monnum og kappast við vinir, starvsfelagar og allar føroyingar.

2025-03-25 18:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvør heldur tú hevur mest skil fyri føroyskum fótbólti? Tú, ein av tínum vinum, ella ein av tínum starvsfeløgum? Nú er ikki neyðugt at kjakast um tað longur, tí við nýggju heimasíðuni fantasilið.fo ber til at fáa svar.

Fantasilið er eitt ókeypis føroyskt spæl, har tú kanst samanseta títt egna lið við spælarum frá Betrideildini hjá monnum og kappast við vinir, starvsfelagar og allar føroyingar.

Í stuttum, so velur tú 15 leikarar úr Betrideildini hjá monnum á títt lið, og eftir hvørt umfar fært tú stig fyri, hvussu væl leikararnir kláraðu seg. Á heimasíðuni kanst tú fylgja við hvat lið hevur mest stig, og eisini er møguligt at gera tína egnu deild, so tú kanst kappast móti vinum og starvsfeløgum.

Fantasilið er grundað á Fantasy Football hugtakið, og brúkar sama leist sum Fantasy Premier League, sum hevur yvir 11 mió. brúkarar.

Verkætlanin er stuðlað av Vinnuframa, Nema og LÍV, og er gjørd í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, sum veitir hagtølini til spælið.

Fantasilið kann nýtast á heimasíðuni fantasilið.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder