Á pappírinum sær ÍF styrknað út í mun til kappingarárið í fjør. Væntað verður at úrtøkan av stigum verður nógvi størri, enn tey seks stigini fuglfirðingar fingu í fjør. Eftir fyrsta umfør er ÍF eisini komin hálvan vegin til at hava eins nógv stig, sum liðið hevði við kappingarlok í 2019:
- Kenslan var sera góð. At árið í fjør hilnaðist so illa, kann ikki samanberast við liðið og støðuna hjá okkum í dag. Fyri okkum var tað bara fyrsti dysturin av teimum 28-30 dystunum í ár. Vit hyggja frameftir.
Hetta sigur Jan Ólavsson Ellingsgaard við Portalin. 29-ára gamli verjuleikarin fegnast um at verða komin í gongd við at spæla kappingardystir aftur, og at tað eydnaðist at vinna á Skála - talan var sambært honum um uppibornan sigur:
- Eg vil siga tað soleiðis, at tað merktist væl, at dysturin var tann fyrsti, eftir ein sera langan steðg. Samanumtikið var tað uppiborið, at vit vunnu, tá vit høvdu teir størstu málmøguleikarnar í dystinum. Tað var fantastiskt at sleppa í gongd aftur, og uppaftur betri tá vit eisini vunnu dystin.
Tað var serbin Uros Stojanov, ið skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum hjá ÍF. Stóri áleyparin er sambært Jan Ellingsgaard ein fongur, og júst tað, ið ÍF hevur manglað_
- Uros er og verður sera umráðandi fyri liðið hjá okkum í ár. Vit hava seinastu árini mangla handan sterka áleyparan, sum bæði kann skora mál, men sum eisini fær verið við í uppbyggjandi partinum av spælinum. Tað hava vit fingið við Uros.
Sunnudagin skal ÍF spæla ímóti HB í Fuglafirði. Talan verður um eina heilt øðrvísi uppgávu fyri ÍF tá:
- HB er ein av favorittunum til FM-heitið í ár og hevur á pappírinum eitt sera sterkt lið. Tí verður hetta uttan iva ein sera trupul uppgáva. Vit ætla okkum tó at geva alt vit hava, so úrslitið sunnudagin verður nøktandi fyri okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald