Hondbóltur

Fara av landinum í morgin

A-landsliðið hevur tríggjar dystir næstu vikuna. Fyrst tveir útidystir í Ukraina og Kekkia, og síðani ein heimadyst í Føroyum. Tróndur Mikkelsen kemur við upp á avboð.

(Mynd: Hondbóltssambandið)

(Mynd: Hondbóltssambandið)

2021-03-06 19:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin fer A-landsliðið hjá monnum av landinum til dystirnar móti Ukraina og Kekkia. Tíverri verður Brandur Halgirson ikki partur av ferðalagnum, tí hann er vorðin skaddur.

Brandur hevur drigist við ein skaða seinastu tíðina, sum hann vónaði fór at batna. Tíverri hevur tað ikki gingið tann rætta vegin, og hevur hann verið noyddur at geva avboð. Í hansara stað, hava landsliðsvenjararnir tikið út Trónd Mikkelsen úr SUS Nyborg.

19-ára gamli Tróndur Mikkelsen er uppvaksin í Neistanum, men hevur hetta kappingarárið spælt við SUS Nyborg í næstbestu donsku deildini, har tað hevur gingið honum væl. Tróndur hevur verið partur av landsliðsbruttohópinum í eina tíð og hevur eisini royndir við føroysku ungdómslandsliðunum.

Føroyar spæla móti Ukraina í Kiev mikudagin 10. mars, móti Kekkia í Brno fríggjadagin 12. mars og heima í Føroyum móti Ukraina sunnudagin 14. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder