Annað

Fara ikki at selja atgongumerki eins og vanligt

Tað verður avmarkað, hvør sleppur at fáa eitt atgongumerki til vetrar-OL, sum verður í Beijing í februar.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-17 20:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

4. februar ferð vetrar-OL av bakkastokki í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing, og vegna koronu verður tað við avmarkað, hvør sleppur at fylgja við frá áskoðaraplássunum.

Í heyst var upplýst, at útlendskir áskoðarar ikki fóru at fáa atgongd, og nú verður boðað frá, at atgongumerki ikki verða seld eins og vanligt.

Atgongumerkini verða býtt út til ávísar málbólkar. Hvørjir talan er um, verður ikki upplýst, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder