Ein hendingaríkur EM-dagur er komin at enda. Seks dystir eru leiktir - tveir í Eysturríki, tveir í Noreg og tveir í Svøríki.
Har er stór frøi í Noreg, eftir at Frakland varð varpað út úr kappingini, meðan tað er svárt hjá svium eftir tapið fyri Slovenia. Ljubomir Vranjes, venjarin hjá Slovenia, er føddur í Göteborg, og vann alt sum vinnast kundi við svenska landsliðnum. Í dag stóð hann aftanfyri ein nakað skelkandi sigur. Svøríki fekk als ikki sítt spæl at koyra og skoraði bert 19 mál. Nú er nakað av trýsti á vertunum, ið skulu spæla ímóti Andy Schmid og Sveis um at koma víðari týsdagin. 36-ára gamli Rhein-Neckar Löwen leikarin er til sítt fyrsta HM, og hann skoraði í dag heili 15 mál í sigrinum á Póllandi.
Frakland tók beint eftir aldarskifti við eftir Svøríki sum hondbóltsstórveldi. Liðið hjá Claude Onesta, við millum øðrum Omeyer, Karabatic, Narcisse og núverandi venjaranum Dinard sum profilum vann allar tríggjar stóru kappingarnar (EM, HM og OL) meira enn eina ferð. Eftir EM-gullið á heimavølli í 2017 er tað gingið niðureftir, og í dag var norska eindin sterkari enn fronsku einstaklingarnir, ið tveittu nógvar bóltar burtur. Tó var Sander Sagosen aftur sera eyðsýndur hjá heimaliðnum. Hann er frá Trondheim-økinum, og hevur í vikuskfitinum skorað 22 mál í nýggju høllini. Í kvøld varð talan um 10 mál, og í hinum endanum gjørdi Torbjørn Bergerud sítt. Tveir dystir, tveir ósigrar, og Frakland kann nú ikki koma víðari. Tað er fyrstu ferð í 18 ár, at Frakland ikki er við til eitt millumumfar/knock out dystir. Noreg skal spæla móti Portugal um at vinna bólkin og koma víðari við tveimum stigum.
Í Eysturríki eru vertirnir á veg víðari. Nikola Bilyk gekk aftur í dag á odda og er bert eitt mál aftanfyri Sagosen á toppskjútalistanum. Talan er annars um ein púra opnan bólk, tí Kiril Lazarov og co. tapti móti Kekkia i dag.
Úrsltiini í dag
Bólkur B:
Kekkia - Norður Makedónia 27-25 (9-11)
Eysturríki - Ukreina 34-30 (18-17)
Eysturríki 4
Kekkia 2
Norður Makedónia 2
Ukreina 0
Bólkur D:
Portugal - Bosnia 27-24 (12-11)
Frakland - Noreg 26-28 (15-14)
Norra 4
Portugal 4
Frakland 0
Bosnia 0
Bólkur F:
Sveis - Pólland 31-24 (14-12)
Svøríki - Slovenia 19-21 (9-10)
Slovenia 4
Svøríki 2
Sveis 2
Pólland 0
Hondbóltur
Farvæl Frakland
Noreg sendi hondbóltsstórveldi út av EM við sigri í frálíkum dysti í Trondheim. Slovenia skelkaði svensku vertirnar í Göteborg.
Ósigrar móti Portugal og Noreg gera, at Dider Dinard og hansara lið ikki hava møguleika at koma víðari til millumumfarið (Mynd: EPA)
2020-01-12 20:19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald