Tríggir dystir í Betrideildini eru leiktir seinnapartin. Vanliga byrja slíkir dystir um hesa tíðina á degnum, men av tí at A-landsliðið skal av landinum um tveir tímar, so vórðu dystirnir í dag avgreiddir tíðliga.
HB hevði stóra yvirvág frá byrjan, og eftir at Bárður á Reynatrøð hevði havt tvær stórbjaringar, og skálmenn høvdu bjargað á strikuna, fekk heimaliðið hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá Adrian Justinussen fekk pláss í Skála-brotsteignum. Skála kom síðani eitt sindur longur fram á fekk tveir stórar møguleikar: Í fyrru syftu bjargaði Teitur Gestsson væl, tá Poul Kallsberg royndi seg, og síðani varð stútað beint framvið eftir ein deyðbólt. HB var tó væl betri í dag, og fekk tvey mál í einum seinna hálvleiki ið heimaliðið heilt sat á. 3-0 sigurin kom á 116-ára føðingardegnum hjá HB, sum í lðtuni hevur eina sera greiða leiðslu í Betrideildini.
Eins og tá Skála vitjaði í Gundadali í juni endaði tað 3-0 til HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
NSÍ var omaná í 1. hálvleiki á Argjum og skoraði tvær ferðir: Fyrst tá Petur Knudsen enn einaferð smekkaði bóltin í málið tíðliga í einum dysti, og stutt áðrenn hálvleik, tá danin Jesper Christjansen vísti sína styrki í luftspælinum í samband við eitt hornaspark. Tað sá út til at runavíkingar, undir leiðslu av nýggja vernjaraparinum Jens Martini Knudsen og Poul Helga Jacobsen, koyrdi sigurin heim í 2. hálvleiki, men so kom eitt sindur av fjáltri á og spenningur í dystin, tá innskifti Bartal Skaalum Petersen prikaði bóltin í málið eftir eitt hornspark í 90. minuttir. Tey trý stigini komu tó við til eystara arm av Skálafjørðinum, og eins og fyrr í ár vann NSÍ tepurt á Argjum. Liðið er nú nummar tvey.
B36 hevði trupulleikar á Skála hóskvøldið, men í dag avgjørdi liðið hjá Jákupi á Borg dystin við Margáir næstna beinanvegin. Tað var 3-0 eftir eitt korter, og støðan bleiv 4-0 í 20. minutti. Tá var millum annað 18-ára gamli Andrass Johansen aftur komin á máltalvuna. EB/Streymur kom ógvuliga illa til dystin, men fekk minkað um munin við brotssparki. Andreas Thomsen skoraði lítlu løtu síðani til 5-1 við frálíkum langskoti. Hetta var dystur nummar 10 og fyrsta málið hjá 18-ára gamla bakkinum í Betrideildini. Sìðani dovnaði dysturin, men í 2. hálvleiki gjørdust bæði Stefan Radosavljevic og Niklas Kruse tívfaldir málskjúttar.
Landsliðssteðgur er nú. Um 13 dagar, 17. september, fer 24. umfar av bakkastokki.
23. umfar
04.10
HB - Skála 3-0 (1-0)
24' Adrian Justinussen 1-0
64' Hilmar Leon Jakobsen 2-0
86' Øssur Dalbúð 3-9
AB - NSÍ 1-2 (0-2)
8' Petur Knudsen 0-1
42' Jesper Christjansen 0-2
90' Bartal Skaalum Petersen 1-2
EB/Streymur - B36 2-6 (1-5)
5' Andrass Johansen 0-1
9' Eli Falkvard Nielsen 0-2
15' Ragnar Samuelsen 0-3
20' Stefan Radosavljevic 0-4
35' Niklas Kruse (br.) 1-4
37' Andreas Thomsen 1-5
58' Niklas Kruse 2-5
80' Stefan Radosavljevic 2-6
Í gjár - 03.10
TB - ÍF 1-1 (0-0
62’ Uros Stojanov 0-1
68’ Mark Kongstedt 1-1
Les eisini: Býttu stigini við Stóra
28.10:
Víkingur - KÍ
Støðan í Betri deildini
1. HB (58 stig) 22 dystir
2. NSÍ (50 stig) 22 dystir
3. KÍ (48 stig) 20 dystir
4. B36 (46 stig) 21 dystir
5. Víkingur (44 stig) 22 dystir
6. ÍF (23 stig) 22 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 23 dystir
8. TB (15 stig) 23 dystir
9. AB (7 stig) 22 dystir
10. Skála (3 stig) 23 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald