Allir, ið telvaðu við svarta fólkinum, vunnu í fyrsta umfari.
Tað var úrslitið á teimum fýra borðunum í Landsliðsbólkinum í FM-einstaklingakappingini í talvi, sum byrjaði í dag.
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag fingu eina flúgvandi byrjan. Báðir vunnu á sterkum mótstøðumonnum. Høgni vann á Olaf Berg og Rógvi á Martin Poulsen. Rógvi og Martin eru so mikið javnir í rating, at hvørgin fekk verið favorittur teirra millum.
Men bæði Rógvi og Høgni telvaðu sera væl í dag og vunnu ógvuliga sannførandi við svarta fólkinum. Tó er at siga, at bæði Olaf og Martin stóðu leingi væl í tí, men vórðu náðileyst revsaðir, tá ið teir løgdu í so nógv fyri.
Helgi Dam Ziska var eisini tryggur móti Carl Eli og vann sannførandi. Og sama kann eisini sigast um tann unga Luitjen Akselsson Apol, sum telvaði móti Eyðun Nolsøe.
Annað umfar verður í morgin. Byrjað verður klokkan 14.00. Telvað verður í auluni í Finsen.
Á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com - er leinki til øll talvini í Landsliðsbólkinum og 1. bólki og nøkur talv í Unglingabólkinum og Almenna bólkinum. Har ber til at fylgja við leik fyri leik á teim ymsu borðunum.
Lesast kann meira um kappingina á somu heimasíðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald