Favorittarnir vunnu stórt

KÍ liggur nummar eitt í Betri deildini eftir at fyrsta umfar er avgreitt.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-07 18:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

 "Vit liggja nummar eitt, og soleiðis skal tað vera", kundu klaksvíkingar skemtiliga syngja á Svangaskarði seinnapartin, tá síðsti dysturin í fyrsta umfari í Betri deildini 2021 varð liðugur.

Við einum 4-0 sigri ímóti uppflytarunum B68 hava FM-favorittarnir í Klaksvík vunnið sær fyrstu trý stigini, og við betri málmuni enn hinir FM-favorittarnir, HB, sum á Tórsvølli vann 5-2 móti NSÍ, er KÍ á fyrsta plássi í deildini.

Uppflytararnir 07 Vestur tóku ímóti B36, og komu afturum 1-0 beint fyri hálvleik. Miðskeiðis í øðrum hálvleiki økti B36 um støðuna til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

Víkingur fekk við neyð og deyð hála sigurin í hús, tá teir tóku ímóti einum viljasterkum TB-liði. Bólturin vildi bara ikki inn, men í allar evstu løtu eydnaðist, og Finnur Justinussen tryggjaði Víkingi trý stig.

Ein dystur varð leiktur í gjár. Tá spældu EB/Streymur og ÍF í Hólmanum á Eiði, og úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.

1. umfar úrslit

EB/Streymur - ÍF 1-1
40’ Uros Stojanov 0-1
80’ Ronni Møller-Iversen 1-1

07 Vestur - B36 0-2
44’ Bjarki Nielsen 0-1
64’ Martin Agnarsson 0-2

HB - NSÍ 5-2
7’ Hilmar Leon Jakobsen 1-0
21’ Bartal Wardum 2-0
32’ Petur Knudsen 2-1
56’ Dan í Soylu 3-1
63’ Adrian Justinussen 4-1
73’ Klæmint Olsen 4-2
94’ Dan í Soylu 5-2

Víkingur - TB 1-0
94’ Finnur Justinussen 1-0

B68 - KÍ 0-4
8’ Sjálvmál 0-1
35’ Jóannes Bjartalíð 0-2
48’ Heini Vatnsdal 0-3
55’ Páll Klettskarð 0-4

Støðan Betri deildin menn 2021

1. KÍ (3 stig)
2. HB (3 stig)
3. B36 (3 stig)
4. Víkingur (3 stig)
5. EB/Streymur (1 stig)
6. ÍF (1 stig)
7. TB (0 stig)
8. 07 Vestur
9. NSÍ (0 stig)
10. B68 (0 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder