Besta kvinnuliðið og besta mansliðið hjá StÍF vitjaðu í kvøld Kyndil í Høllini á Hálsi.
Myndir: Kyndil - StÍF kvinnur
Tað var eingin slingur í valsinum hjá Kyndli í royndini at koma undir liðuna á H71 og nærkast VÍF. Kyndilskvinnur komu tíðliga á odda 5-1, og so kom sigurin ongantíð í vanda. Súna K. Hansen gekk á odda hjá heimaliðnum, og 17-ára gamla Natasja Hammer skeyt sjey mál.
Haruka Gima skoraði nærum helmingin av málunum hjá StÍF (Mynd: Sverri Egholm)
Natasja Hammer í gjøgnumbroti (Mynd: Sverri Egholm)
Løtu eftir seinasta bríksl í dystinum í SMS-deildini fóru menninir á vøllin. Bæði liðini manglaðu profilar í bakketuni: StÍF var uttan Pætur Johansen og Kyndil uttan danan Anders Risdal. Tað var liðið av vestara armi av Skálafjørðinum, ið byrjaði væl betri. Kyndil, ið hevur havt trupulleikar í hesum kappingarárinum, kom uppá 1-1, men so ongantíð aftur uppá javnt. StÍF spældi betri. Í hálvleikinum og við seinasta bríksl var munurin fýra mál.
Hjalti Mohr Jakobsen var deildur topskjútti í dystinum - Jóannes Prestá var deildur toppskjútt hjá StÍF (Mynd: Sverri Egholm)
17-ára gamli Bjarni Selvindi skoraði fimm mál fyri StÍF (Mynd: Sverri Egholm)
StÍF kemur við sigrinum uppá 2. plássið og er eitt stig aftanfyri H71. Kyndil er í løtuni langt frá finaluplássi.
Myndir: Kyndil - StÍF
SMS deildin
Kyndil - StÍF 32-18 (16-9)
Toppskjúttar:
Súna Krossteig Hansen 9 mál, Haruka Gima 8 mál
Støðan
1. VÍF (12 stig)
2. Kyndil (10 stig)
3. H71 (10 stig)
4. Neistin (8 stig)
5. Stjørnan (6 stig)
6. StÍF (4 stig) *
7. VB (0 stig)
*Ein dyst fleiri
Í morgin (19.30): Stjørnan - VÍF
Okkara deildin
Kyndil - StÍF 28-32 (10-14)
Toppskjúttar:
Hjalti Mohr Jacobsen og Tummas Pauli Hanusarson 8 mál
Jóannes A. Prestá og Ivan Mrdalo 6 mál
Ivan Mrdalo var eyðsýndur á strikuni (Mynd: Sverri Egholm)
Støðan
1. H71 (12 stig)
2. StÍF (11 stig) *
3. KÍF (9 stig)
4. VÍF (8 stig)
5. Neistin (6 stig)
6. Kyndil (4 stig)
7. Team Klaksvík (0 stig)
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald