Annað

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar í morgin

Í morgin súkklar Team Rynkeby Føroyar síðsta túrin, áðrenn farið verður av landinum – Túrurin byrjar í Klaksvík og endar í Havn.

(Savnsmynd: Tórvør Ø. Vang)

(Savnsmynd: Tórvør Ø. Vang)

2025-06-25 10:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, hósdagin 26. juli súkklar Team Rynkeby Føroyar síðsta túrin í Føroyum, áðrenn farið verður av landinum 4. juli at súkkla longu leiðina til París.

Hetta er 12. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París, og undirtøkan at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini til álvarsliga sjúk børn og familjur teirra er vaksin á hvørjum ári, skrivar Team Rynkeby Føroyar.

Aftur í ár hava føroyingar tvey lið, Team Rynkeby Føroyar og Team Sornfelli - fjallalið, sum súkklar til París á øðrum sinni.

Team Rynkeby Føroyar súkklar leiðina Danmark – Týskland – Holland – Belgia – Frakland, meðan Team Sornfelli byrjar í Geneve og súkklar í fronsku alpunum, áðrenn tey leggja leiðina norðureftir, har bæði føroysku liðini hittast og koyra saman inn til París.

Hósdagin vitja liðini kommunur og fyritøkur, sum skipa fyri almennari móttøku. Byrjað verður í Klaksvík hósmorgunin, og endað verður í Havn um kvøldið, skrivar Team Rynkeby Føroyar.

Skrá:

  • Kl 10.30 - 11.15: Á Helnabrekku í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna er vertur.
  • Kl 11.20 – 11.35: Klaksvíkar sjúkrahús.
  • Kl 12.05 – 12.30: Eystur kommuna í Norðragøtu.
  • Kl 13.00 – 13.20: Bakkafrost á Glyvrum.
  • Kl 13.25 – 13.50: Betri í Saltangará.
  • Kl 14.00 – 14.30: Nes kommuna, Toftir.
  • Kl 14.50 – 15.15: Sjóvar kommuna, Strendur.
  • Kl 16.25 – 16.55: Margáir, Streymnes. Sunda Kommuna er vertur.
  • Kl 18.35 – 19.15: Perlutorgið, Havn. Tórshavnar kommuna er vertur.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder