Fótbóltur

Fifa ber fram umbering men stuðlar Infantino

Í skrivi frá fundinum verður sagt, at fleiri mistøk eru framd í sambandi við at ætlanirnar um Fifa Forward Enterprise komu fram. Ætlanin er nú tikin av borðinum.

Gianni Infantino (Savnsmynd: Adem Altan/AFP/Ritzau Scanpix)

Gianni Infantino (Savnsmynd: Adem Altan/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-06 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kreppufundur var í altjóða fótbóltssambandinum, Fifa, í gjár. Fundurin varð hildin í Rabat í Marokko. Úrslitið av fundinum er eitt skriv, har tað framgongur, at Gianni Infantino, Fifa-forsetin, framvegis fær fullan stuðul innanífrá.

Men felagsskapurin kemur eisini við eini umbering fyri ætlanirnar frá farnu viku um eina skipan, ið skuldi selja heimsmeistaraskapin í fótbólti til privatar íleggjarar.

- Vit ásanna, at eitt mistak varð gjørt í sambandi við framløguna av ætlanini um Fifa Forward Enterprise, FFE. Tað var als ikki ætlanin, at leiðslan í Fifa (Fifa Council) og limalondini skuldu kenna seg útihýst frá tilgongdini.

- Vit viðganga, at tað eisini var eitt mistak, at uppskotið lak út til miðlarnar.

- Vit biðja inniliga um umbering fyri hesi mistøk, og plikta okkum til at hetta ikki hendir aftur.

Í skrivinum verður lagdur dentur á, at uppskotið hjá Infantino um, at tað skal vera møguligt at keypa partar í Fifa kappingum, nú er tikið av borðinum, og tað nú verður hugt frameftir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder