Hondbóltur

Filip er ivasamur til dystirnar móti Kekkia

Bakkurin fær møguliga ikki sínar fyrstu landsdystir í januar orsakað av skaða í tjúkkanum - um hann ikki verður tøkur, kemur Hans Eli Sigurbjørnsson inn í 16-mans hópin, sum nú er endaliga úttikin.

Filip Jojic hevur seinastu tíggju árini spælt í Føroyum og hevur nú rættin til at umboða Føroyar í altjóða dystum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Filip Jojic hevur seinastu tíggju árini spælt í Føroyum og hevur nú rættin til at umboða Føroyar í altjóða dystum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-30 15:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu dystirnir í undankappingini til EM 2022 skuldu verið leiktir tíðliga í november, men vórðu teir kortini ikki orsakað av koronustøðuni í Kekkia. Um eina viku fer helst at eydnast at leggja til brots - Kekkia vitjar í Høllini á Hálsi 6. januar, og tríggjar dagar seinni spæla liðini í Plzen.

Hópurin, sum er úttikin, er næstan júst tann sami, sum tann ið Sonni Larsen og Dia Midjord tóku út í oktober. Ein munur er, at tað eru 16 leikarar á listanum ístaðin fyri 17. Pætur Mikkjalson varð úttikin til seinna dystin, sum skuldu verða í november, av tí at Rókur Akralíð bert var tøkur til tann fyrra. Nú er royndi miðverjuleikarin og strikan til reiðar báðar dystirnar, og tí er Pætur Mikkjalson ikki úttikin.

Filip Jojic hevur sín fyrsta landsdyst til góðar, eftir at hann fekk øll pappírini uppá pláss í summar. Tað veðrur møguliga heldur ikki heusferð - VÍF-leikarin hevur trupulleikar við tjúkkanum, og tí er hann ivasamur til dystirnar boðar hondbóltssambandið frá. Tað er Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF, ið er á "standby", um Filip ikki verður til reiðar.

Landsliðsvenjararnir Sonni Larsen og Dia Midjord siga seg annars vera væl nøgdar við avrikini frá úttiknu leikarunum eftir seinastu samling í ár.

- Vit hava gjørt alt, sum vit kunnu fyri at vera so klárir sum gjørligt til dystirnar móti Kekkia. Har eru nøkur smáting, ið vit fara at arbeiða við dagarnar upp undir dystirnar, fyri at lyfta støðið eitt vet hægri, sigur Sonni Larsen, høvðusvenjari, og leggur aftrat, at talan er um smáumbøtingar á neyvleika og skotum.

Eingin atgongumerkjasøla verður til dystin orsakað av koronastøðuni.

Hópurin til dystirnar móti Kekkia:

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF / Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder