Hondbóltur

Filip hevur skorað 1576 mál

Filip Jojic er toppskjútti í mansdeildini áttanda árið á rað.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-05-03 20:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Filip Jojic er toppskjútti í mansdeildini áttanda árið á rað. 

Hetta kappingarárið hevur hann fingið 185 mál í landskappingini, sum er hálvtníggjunda mál í miðal í hvørjum dysti. Til árligu gallaveitsluna, sum verður leygarkvøldið, fær Filip tí enn einaferð heiðurin sum ársins toppskjútti.

Samanlagt hevur Filip skorað 1576 mál í landskappingini hesi átta árini.

Verður leitað longur aftur i dómaraseðlarnar, hava teir fýra vestmenningarnir, Ingi Olsen, Áki Olsen, Sámal Joensen og Agnar Joensen skorað uppaftur fleiri mál á teirra hondbóltsleið, og møguliga eisini kyndlamaðurin Hans Áki Dal Christiansen, sambært Ásbjørn Nattestad, ið skrásetur hondbóltshagtøl.

Filip Jojic, ið er 30 ár, kann tó taka metið, tí hann eigur væntandi nógv góð hondbóltsár eftir. Somuleiðis eru sannlíkindi fyri, at Hans Eli Sigurbjørnsson, sum er 25 ár, eisini fer at yvirhála omanfyri nevndu leikarar, tí sum nú er hevur hann skorað 1.192 mál.

Ásbjørn Nattestad ætlar at skráseta hagtøl aftur til 1985, tá byrjað var við dómaraseðlum, skrivar Hondbóltssambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder